Fótbóltur

KÍ skal spæla og venja á tjóðarleikvøllinum

Klaksvíkingar hava sína fyrstu venjing í Litava í kvøld.

Tilvildarlig mynd av leikvøllinum

Tilvildarlig mynd av leikvøllinum

2018-07-17 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin) - Tað er heldur gráligt, men tó lýtt, í litaviska høvuðstaðnum í morgun. Seint í gjárkvøldið kom hópurin hjá KÍ uppá pláss, og fyrireikingarnar til Evropa League-dystin hóskvøldið ímóti Zalgiris Vilnius eru fult í gongd.

Í kvøld og í annaðkvøld venja klaksvíkingar á vøllinum, har dysturin skal spælast. Talan er um LFF leikvøllin í Vilnius, ið varð gjørdur stutt eftir aldarskifti, og sum litaviska fótbóltssambandið eigur. Hann hevur verið heimavøllur hjá Zalgiris seinastu árini, og tað er her, at landsliðið hevur spælt síðani 2012

Á leikvøllinum eru pláss til líka yvir 5.000 áskoðarar. Vøllurin er kunstgras.

Vit vera við til venjingina í kvøld og hava ymiskt tilfar harfrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder