Fótbóltur

KÍ skrivað undir við norðmann

Klaksvíkingar hava tryggjað sær ein 192 cm høgan áleypara.

Ivar Sollie Rønning

Ivar Sollie Rønning

2021-01-11 21:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

27 ára gamli norðmaðurin hevur í dag skrivað eitt ára sáttmála við KÍ, boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld.

Hetta er ein maður, sum í øllum førum skal tryggja KÍ nøkur mál hetta kappingarárið.

Ivar er ein 192 cm høgur áleypari, sum er kendur fyri at gera mál, sigur KÍ um leikaran, sum er føddur í Levanger, har hann eisini spældi tey fyrstu árini, áðrenn hann í 2016 skifti til HamKam í næst bestu norsku deildini. Fyri HamKam spældi hann 77 dystir og skoraði 45 mál.

Í 2019 skifti Ivar til Ranheim sum spældi í Elituseriuni í Noreg. Har spældi hann 37 dystir og skoraði 13 mál.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder