KÍ hevur í dag sagt sáttmálan við 30 ára gamla Patrick da Silva upp. Hann hevði annars sáttmála við KÍ árið út, men sum avleiðing av, at hann er varðhaldsfongslaður í fýra vikur og ákærdur fyri at hava framt kynslig brotsverk, er sáttmálin farin út gildi.
- Tað var í desember 2021, at KÍ gjørdi av at geva Patrick da Silva ein nýggjan møguleika við at gera sáttmála við hann. Í sáttmálanum vóru ítøkiligar treytir settar honum, sum høvdu við sær, at livdi hann ikki upp til treytirnar, fór sáttmálin úr gildi alt fyri eitt. Umframt ein sáttmála við felagið hevur KÍ eisini útvegað spælaranum eitt lærupláss, skrivar KÍ á heimasíðuni.
- Sum felag halda vit grundleggjandi, at fólk hava uppiborið ein kjans afturat, men í hesum føri er tað tíverri ein sannroynd, at vit hava gjørt eina skeiva meting, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
- Hetta er eitt serstakliga keðiligt mál. Ikki minst fyri felagið KÍ, staðfestir nevndin í KÍ.
- KÍ hevur altíð lagt stóran dent á at hava eitt trygt og gott umhvørvi fyri børn og ung, og tað fer felagið eisini at gera frameftir. Felagið tekur hetta málið í størsta álvara, og eingin harmast meira um hetta enn vit, sigur nevndin í KÍ.
Tað var Frihedsbrevet, sum í kvøld skrivaði um rættarmálið. Í fýra tímar varð danski fótbóltsspælarin avhoyrdur í grundlógarhoyri handan afturlatnar dyr.
Við miðilin sigur Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, at Patrick Da Silva er ákærdur fyri fimm brot á revsilógina. Millum annað fyri grooming, og at hava roynt at skaffa sær samlegu við barn undir 15 ár, og at hava framt blúnisbrot, ið kann revsast við fongsli í upp til tvey ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin fongsul í upp til fýra ár.
Sambært upplýsingunum, sum KÍ higartil hevur fingið frá politinum, er talan um brotsverk framd í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald