Fótbóltur

KÍ snávaði í Trongisvági

TB gjørdist fyrsta liðið úr niðaru hálvu til at fáa stig móti topp-fýra liðið. Tað endaði málleyst við Stóra.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-19 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur ofta trupult við at fáa trý stig í Suðuroy, og í dag var einki undantak. Klaksvíkingar øktu um leiðsluna í oddunum og eru nú tvey stig frammanfyri HB, ið tó hevur tveir dystir færri, og teir í KÍ-hópinum irða seg nú á veg norðureftir í kvøld.

KÍ hevði stóra leikliga yvirvág, serliga í fyrra hálvleiki, og skapti nakrar vandamiklar støður. Men TB stóð ímóti, og tað eydnaðist ikki hjá føroyameistarunum at fáa hol á. Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevði annars vunnið teir undanfarnu sjey dystirnar - venjarin hjá Kí var ikki á síðulinjuni í dag, tí hann hevði leikbann fyri ov nógv gul kort.

Fyri TB var talan um eina sera góðan innsats og eitt gott stig. Liðið hjá Micheal Winther er nu sjey stig frá 9. plássinum og gjørdist fyrsta liðið úr niðaru hálvu av stigatalvuni til at taka stig frá einum topp-fýra liði. Málleysi javleikurin kann koya KÍ dýrt í FM-stíðnum, men nú skal fokus á Europa League-dystin móti Dinamo Tibilisi á Tórsvølli.

20 umfar í Betri deildini

19. september
TB - KÍ (0-0)
NSÍ - EB/Streymur (Byja kl. 19:00)

20. september
B36 - AB (14:00)
Víkingur - Skála (15:00)
HB - ÍF (18:30)

Støðan

1. KÍ 48 stig (20 dystir) 
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 38 stig (18 dystir)
4. B36 37 stig (17 dystir)
5Víkingur 35 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (19 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (19 dystir)
10. Skála 2 stig (18 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder