2024-07-20 13:14
Týskvøldið 30. juli kl. 19:45 tekur KÍ ímóti Malmø FF við Djúpumýru í Klaksvík í øðrum umfari í Champione League.
Hetta er seinni dysturin. Fyrri dysturin er týsdagin 23. juli í Malmø.
KÍ hevur sett atgongumerki til sølu til heimadystin, og nógv verður gjørt burturúr. Felagið boðar frá sølu av pylsum, góðgæti, øl og sodavatni.
Prísirnir eru ymiskir alt eftir hvar tú situr, men sum vaksin kostar bíligasta atgongumerki 135 krónur. Tá situr tú aftanfyri málið eystaru megin.
Atgongumerki kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald