Fótbóltur

KÍ stendur aftur fyri stroyming

Upptakt frá 17.30 við Atla Danielsen, Meinhardt Joensen og Regini Sivertsen, sum sigur frá saman við Eyðuni Klakstein. Tað kostar at síggja Malmö FF-KÍ á ki.fo í kvøld.

Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari sæst her eftir heimadyst í Klaksvík. Hann verður aftur við mikrofonina í kvøld

Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari sæst her eftir heimadyst í Klaksvík. Hann verður aftur við mikrofonina í kvøld

2024-07-23 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skal KÍ onkursvegna royna at syrgja fyri at uppgerðin við svensku meistararnir Malmö FF er á lívi undan seinna dystin, sum verður við Djúpumýru um eina viku.

Tann dystin vísir Kringvarpið sum skilst. Dysturin í kvøld kann síggjast á tv.ki.fo fyri eitt gjald.

Tað kostar 149 krónur, um ein er staddur í Føroyum og vil síggja føroysku og svensku meistararnar stríðast í Skåne.

KÍ hevur lokalt frásøgufólk og viðmerkjarar. Eins og til útidystin móti Differdange siga Regin Sivertsen og Eyðun Klakstein frá.

Nú verður eisini upptakt, sum byrjar hálvan tíma áðrenn dystin - klokkan 17.30. Har fara fyrrverandi spælararnir hjá KÍ at siga sína hugsan um dystin. Talan er um Meinhardt Joensen og Atla Danielsen, sum hava spælt nógv og vunnið nakað við KÍ - og við B36.

[object Object]Meinhardt Joensen við FM-steypinum eftir sín seinasta dyst í 2022 (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]

Her í evropeiskum dysti í júst Svøríki í 2017 (Mynd: EPA)

Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og ymiskt tilfar kemur harfrá í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder