Fótbóltur

KÍ má syrgja fyri at uppgerðin er á lívi

Tað er týdningarmikið fyri KÍ at hava eitt gott byrjanarstøði, soleiðis at uppgerðin ikki kennist avgjørd áðrenn seinna dystin, ið verður við Djúpumýru um eina viku.

Heini Vatnsdal, sum sambært tí vit hoyra frá KÍ leguni, er um at vera 100% klárur, sæst her til venjing á Eleda leikvøllinum. (Mynd: Áron Vest)

Heini Vatnsdal, sum sambært tí vit hoyra frá KÍ leguni, er um at vera 100% klárur, sæst her til venjing á Eleda leikvøllinum. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-23 09:34 Author image
Áron Vest
placeholder

Er tað nakað, sum KÍ sanniliga hevur víst øllum fótbóltsføroyingum, so er tað, at tað ómøguliga er ikki so ómøguligt kortini. 

Hetta eru KÍ viðhaldsfólk sera tilvitað um. Men fyri at gera sær nakrar vónir um at sleppa víðari, so ásannar millum annað KÍ venjarin, Espen Haug, at teir mugu "læra seg Malmø" og halda lív í uppgerðini undan seinna Champions League dystinum í Klaksvík 30. juli.

Tað ger eisini fyritreytirnar hjá KÍ tað betri, at verjuskansin Heini Vatnsdal, sambært tí sum vit fingu at vita úr KÍ leguni í gjár, er um at vera 100% klárur. Odmar Færø er klárur, so ein kann staðfesta at leikaralistin í verjuni sær betri og betri út.

Stór virðing fyri KÍ 
Á Eleda Stadion merktist ein ávísur spenningur í gjár.

Allir leikarar, venjarar, hjálparfólk, umframt viðhaldsfólk í KÍ leguni ásanna, hvussu stór uppgávan í kvøld er - og tað er ikki petti øðrvísi hjá heimaliðnum í Malmø. 

Tað hoyrdist í tíðindafundinum í gjár, tá ein svenskur journalistur spyr og gongur útfrá, at Malmö FF sleppur víðari við sigri, eftir uppgerðina móti KÍ.
- Vit hava bara fokus á dystin í morgin, segði Sebastian Nanasi.

Venjarin hjá Malmö FF, Henrik Rydström, segði eisini nakað soleiðis: - Tey, sum halda, at vit bara fara taka okkum av løttum og bomba mál inn, tey hava misskilt okkurt. Hetta er eitt lið, sum dugir sera væl at verja lágt, og tað leingi.

Malmö FF venjarin segði hartil eisini, at teir fyrireika seg uppá vandamikið álopsspæl frá Árna Frederiksberg.  

Áskoðarar
Tað er ongin loyna, at Malmö FF hevur millum mest larmandi fjepparar í norðanlondum.

Tað verður nærum útselt á Eleda Stadion í kvøld. Áleið 20.000 áskoðarar væntast - og sum fyrr skrivað, so er møguligt við upp til 20.500 áskoðarum til UEFA dystir á Eleda Stadion.

Teir nærum 100 áskoðararnir, ið hava bókað sær atgongumerki á gestasektiónini á Eleda Stadion, fara tí at hava stóra kapping um at verða hoyrdir. KÍ trummurnar vera tó við, og fer tað heilt vist at geva KÍ leikarunum eitt eyka spark.

Seinni í dag verður upphitingartiltak fyri KÍ viðhaldsfólk, og Portalurin verður á staðnum.

Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og ymiskt annað tilfar kemur á dystardegnum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder