Fótbóltur

Malmö FF venjarin ræðist Árna Frederiksberg

- Har er ein spælari, sum vit vita, altíð fer at søkja móti málinum. Tað er hasin har nummar 7, sigur Henrik Rydström, tá Portalurin spyr, um tað er nakar ávísur spælari, ið teir eru serliga ansnir fyri.

Henrik Rydström, venjari hjá Malmö FF, til tíðindafundin í dag. (Mynd: Áron Vest)

Henrik Rydström, venjari hjá Malmö FF, til tíðindafundin í dag. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-22 14:55 Author image
Áron Vest
placeholder

Malmø, Svøríki (Portalurin) Tað gekk ikki leingi, so snúði ein partur av tíðindafundinum hjá Malmö FF seinnapartin seg um evropahetjuna hjá KÍ, Árna Frederiksberg. 

Vit spurdu venjaran hjá Malmö FF, Henrik Rydström, hvør munurin á fótbóltinum teir hava sæð hjá KÍ er, samanborið við svenskan fótbólt. Hann sigur, at tað er stórur munur á, hvussu KÍ spælir í heimligu kappingini og í evropafótbólti. 

- Tað er ikki sami fótbóltsstílur, so tað er nakað, ið vit eru tilvitaðir um, leggur venjarin afturat. 

Spurdur um tað er nakar spælari, ið teir eru serliga ansnir fyri, so var tað sum kendu vit, ið til staðar vóru, svarið frammanundan. 

- Svenskir miðlar vita, at eg eri ikki serliga góður til nøvn. Viðhvørt ivist eg í, hvussu konan og børnini hjá mær eita, svarar hann sjálvironiskur. 

- Jú, tað er ongin loyna at vit hava hugt serliga væl eftir einum leikara. Har er ein spælari, sum vit vita, altíð fer at søkja móti málinum. Tað er hasin har nummar 7. Hann kann gott nokk vera serstakliga farligur og skelka øll við sínum vinstra beini, og har eru vit onki undantak, sigur Henrik Rydström.

[object Object]
Frá vinstru: Sebastian Nanasi, Isaac Kiese Thelin og Henrik Rydström.

Stóra virðing fyri KÍ
Tá spælararnir verða spurdir um hvat teir vænta av KÍ, so svara teir báðir, mest sum við ein munn, at KÍ dugir væl at verja og at liggja lágt, men at teir eisini kunnu taka øll av bóli í offensiva spælinum. Teir siga, at eftir at hava sæð hvussu nógv KÍ hevur megnað, er tað ómøguligt at ikki hava ótrúliga stóra virðing fyri teimum.

Ein svenskur tíðindamaður spurdi spælararnar Sebastian og Isaac, hvussu teir síggja uppá næstu uppgávu, eftir at teir hava vunnið á KÍ. Hetta fall ikki í góða jørð hjá spælarunum og venjaranum, tí teir siga, at soleiðis skal ein ikki hugsa. Sjóneykan er einans sett á dystin í annaðkvøld og tí, sambært teimum, so hava teir so stóra virðing fyri KÍ, at teir onki taka fyri givið.

Til tíðindafundin hjá Malmö FF í dag vóru umboð frá umleið 10 miðlum møtt upp. Fyri Malmö FF luttóku spælararnir Sebastian Nanasi og Isaac Kiese Thelin, umframt venjari, Henrik Rydström.

Dysturin móti Malmö FF verður týskvøldið kl. 18, og hann sæst í KÍ-varpinum.

Portalurin er til staðar í Malmø og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder