Fótbóltur

KÍ stríðist fyri at halda seg í dystinum

Og heimaliðið roynir at bróta bláa múrin niður. Um miðjan fyrra hálvleik slapp KÍ við skrekkinum, tá VAR kom inn.

Tað standa ofta heilt nógvir bláir fyri í og kring brotsteigin. KÍ er væl meira kroyst enn á Tórsvølli, en enn er liðið á veg ímóti at fáa stig (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Tað standa ofta heilt nógvir bláir fyri í og kring brotsteigin. KÍ er væl meira kroyst enn á Tórsvølli, en enn er liðið á veg ímóti at fáa stig (Mynd: Aleksandar Djorovic)

2023-11-09 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Tað hevur verið ein heilt onnur dystarmynd her í slovenska høvuðsstaðnum, enn tað var, tá liðini hittust í føroyska høvuðsstaðnum fyri júst tveimum vikum síðani.

Tá var KÍ á odda 2-0 í steðginum og sá út til at hava nærum fult tamarhald á. Hesaferð er málleyst, og Olimpija er omaná á allarflestu økjunum. 

Gamaní hevði KÍ ein góðan møguleika tíðliga í dystinum til at leggja seg odda. Árni Frederiksberg legði gott frísparksinnlegg úr vinstru, og við aftaru stong fann Páll Klettskarð pláss og stútaði bóltin stutt uppum.

[object Object]
Páll Klettskarð hevur vunnið onkrar luftdystir men annars ikki megnað at hildið fast í bóltinum sum fremst maður hjá verjukendu gestunum. Áleyparin hevði tó greitt besta møguleikan hjá KÍ, tá hann stútaði væl (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Annars hava deyðbóltarnir hjá Árna ikki ligið eins væl og vanligt, og KÍ hevur lítið og einki skapt frameftir. Tað hevur eydnast í pørtum av hálvleikinum at hava bóltin, men tað tykiskt torført hjá KÍ at flyta bóltin runt á tunga og heldur óslætta grasinum.

Teir hjá heimaliðnum trívast betri við tí og sita nógv meira á dystinum enn á Tórsvølli. Tað hevur hinvegin verið torført at bróta hartarbeiðandi og vælskipaða KÍ-liðið niður.

Tvær ferðir er tað eydnast við hørðum innleggum eini 25-30 metrar frá málinum. Fyrru ferð rann Rui Pedro afturum Odmar Færø og stútaði væl í málið eftir innlegg ur høgru. Slovenskur fagnaður men VAR segði frá. Endurtøkurnar vístu eisini, at talan var um rangstøðu. Tað var tað ikki løtu seinni, tá áleyparin var púra fríur mitt fyri. Hann fekk bara ikki stýrt bóltinum víðari móti málinum.

KÍ stríðist, og í løtuni er støðan í bólkinum tann sama. Møguleikin er har, men trupulleikin er, at liðið hjá Magna Hoseth helst skal hava mál og trý stig við heimaftur.

[object Object]
Eina løtu helt man, at KÍ var aftanfyri (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object]
Vegard Forren ruddar bóltin (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object]
Claes Kronberg (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object]
KÍ-nevndarlimir og fjepparar (Mynd: Aleksandar Djorovic)

UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11: 

Olimpija Ljubljana - KÍ  (0-0)

KÍ (5-4-1/3-4-3):
 Nils Jonathan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg– Páll Andrasson Klettskarð

[object Object]

Slovan Bratislava - LOSC Lille (0-0)

Støðan í bólkinum áðrann umfarið
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari -  sum støðurnar eru nú fáa liðini eitt stig hvør afturat í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder