- Tað er lagt upp til eitt brak í Budapest mikudagin klokkan 17 føroyska tíð. Ferencváros boðar frá at 18.000 atgongumerkju eru seld dagin fyri dystin, men eisini KÍ fjepparar vera til staðar, eini 30 fólk.
Soleiðis byrjar KÍ sítt skriv á heimasíðu sínari, í samband við at felagið boðar frá, at seinni dysturin í 1. umfari í Champions League verður stroymdur.
Sí eisini: Helst umleið 20.000 áskoðarar í Budapest
Rættindini til dystin eru tryggjað, og KÍ vísir dystin umvegis solidsport.com. Tað kostar 111 krónur at keypa sær atgongd at síggja dystin.
- Neyðugt er at gera ein brúkara og síðan gjalda við gjaldskorti. Um tú brúkar teldu, so ber til at cast'a á sjónvarpið við chromecast, ígjøgnum Google Chrome browsarin. Tað er ikki møguligt at cast'a uppá chromecast við browsara á iPhone. Um tú hevur smart TV, so ber til at brúka browsarin í sjónvarpinum, skrivar ki.fo.
Teir báðir í frásøgutoyminum eru klaksvíkingar: Regin Sivertsen sigur frá, og viðmerkjari verður Jóan Pauli Jacobsen.
Byrjað verður at senda beinleiðis úr Budapest klokkan 16.30, og frásøgnin byrjar stutt undan dystarbyrjan, upplýsir KÍ.
Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir
Mikudagin 19. juli, Budapest
17.00: Ferencvárosi - KÍ (0-0)
Les eisini: Hoseth: - Tað vera broytingar í byrjanaruppstillingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald