Fótbóltur

KÍ vann á Skála

Jóannes Bjartalíð skoraði tvey mál, tað fyrra var eitt dreymahøgg, og legði upp til tað triðja málið hjá føroyameistarunum í 3-1 sigrinum í gjárkvøldið.

Ársins leikari í føroyskum fótbólti í fjør var við í øllum málunum (Mynd: Sverri Egholm)

Ársins leikari í føroyskum fótbólti í fjør var við í øllum málunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-29 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í góðveðrinum á Skála í gjárkvøldu spældu teir appelsinlittu sín fyrsta venjingardyst eftir koronasteðgin. Hann var ímóti føroyameistarunum.

KÍ spældi uttan liðformannin og ársins unga leikara í fjør (Jákup B. Andreasen) ársins málverja í fjør (Kristian Joensen), miðverjarnar Jesper Brinck og Odmar Færø og Óla Eyðsteinsson Poulsen. Eingin av hesum spældi í Runavík fríggjakvøldið heldur.  Páll Klettskarð var ikki á vøllinum, og nýggju útlendsku miðvallararnir, Alessio Hyseni og Sebastian Avanzini, spældu heldur ikki.

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen er darvaður av skaða í løtuni

Skála var uttan Teitur Reinert Joensen, ið verður týðandi fyri verjupartin hjá liðnum í ár, og uttan álopskendu Andreas Egeberg Jacobsen og Aksel Bjartalíð Danielsen, umframt miðvallaran Jákup Joensen. Bæði liðini spældu í einari 4-4-2 leikskipan - Skála spældi tó uttan ein veruligan áleypara; báðir teir fremstu leikararnir reikaðu.

KÍ legði ógvuliga bragdliga fyri. Í fyrsta minutti endaði bólturin hjá Jóannes Bjartalíð bóltin nakað til høgru og nakað uttanfyri brotsteign, eftir at KÍ hevði vunnið bóltin. Jóannes royndi seg við sínum frálíka vinstra beinið, og bólturin fór heilt upp í málhorni. Sera gott mál, ið kann síggjast her, og góð byrjan hjá KÍ, ið sat heilt tungt á spælinum í pørtum av fyrra hálvleiki. Tó komu ikki so nógvir málmøguleikar, hóast útiliðið hevði fleiri góðar støður.

Skála hevði lítið at bjóða uppá í skipaða spælinum. Tað lá allatíðina meira í luftini, at KÍ fór at skora næsta málið, og eftir 65 minuttir hendi tað. Boris Dosljak varð sendur avstað í vinstru síðu, trekti inn í brotsteign og legði uppá tvørs til ársins leikara í fjør, ið gjørdist tvífaldur málskjútti.

Tíggju minuttir seinni fekk Skála javnað, tá Dávid Johansen beindi gott hornaspark frá Heðini Klakstein í KÍ-málið, ið tað annars komu heilt fáar royndir ímóti. Útiliðið avgjørdi dystin eina løtu seinni, tá bólturin varð vunnin høgt, Bjartalíð varð sendur avstað í vinstru, og 18-ára gamli Jonn Johannesen gjørdi arbeiði liðugt.

Samanumtikið sást greitt, at talan var um ein venjingardyst millum lið, ið eru úr dystarformi. Tað var heldur torført at fáa spælið at hanga ordliga saman, og leikferðin fór nógv niður sum seinni hálvleikur leið. KÍ var væl betri, tó uttan at røkka leikligum hæddum. 

Venjingardystur 28.04
Skála - KÍ 1-3 (0-1)
1' Jóannes Bjartalíð 0-1 
65' Jóannes Bjartalíð (Boris Dosljak) 0-2
76’ Dávid Johansen (Heðin Klakstein) 1-2
84' Jonn Johannessen (Jóannes Bjartalíð) 1-3

Skála: Bárður á Reynatrøð - Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen, Hjalti Strømsten, Djóni Jansson Petersen - Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Jóhan Waag Høgnesen, Poul Kalsberg - Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen.

Í seinna hálvleiki komu Jan Ingason Hansen, Rói Olsen, Dávid Johansen, Teitur Poulsen, Hanus Mikkelsen, Lukas Sólheim og Jóhan Johansen inn

KÍ: Meinhardt Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen (Gulak Jacobsen)*, Børge Petersen Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen- Jonn Johannesen, Deni Pavlovic, Steinbjørn Olsen, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen (Boris Dosljak)*

*Komu inn til 2. hálvleik 

Í 2. hálvleiki komu eisini Olaf Karstensson Hansen og Aron Gaardlykke Joensen inn fyri KÍ. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder