Fótbóltur

NSÍ vann fyrsta venjingardystin

Føroyarmeistararnir vitjaðu við Løkin í gjárkvøldið - dysturin endaði 2-1.

Petur Knudsen og Jann Benjaminsen skoraðu fyri NSÍ - Jóannes Kalsø Danielsen legði upp til málið hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen og Jann Benjaminsen skoraðu fyri NSÍ - Jóannes Kalsø Danielsen legði upp til málið hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-25 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini í Betrideildini hjá monnum hava seinastu dagarnar fingið vant við fullum hópi. 

Les eisini; 
Fótbólturin er farin í gongd aftur

Nú eru júst tvær vikur til kappingarbyrjan. Tað eru sjey-átta vikur síðani, at liðini hava spælt dystir, og neyðugt er at aftur nú spæla nakrar venjingardystir. Øll liðini hava sum skilst 2-3 dystir á skránni áðrenn 9. mai.

Les eisini: Feløgini mæla øllum áskoðarum frá at møta upp til venjingardystir

Í gjár vitjaði KÍ í Runavík. Har legði NSÍ bragdliga fyri og skoraði í fyrsta minutti, tá Petur Knudsen stútaði innlegg frá Bárði Hansen í málið. Hetta skrivar Norðlýsið, ið eisini skrivar, at heimaliðið hevði stórar møguleiakr til at økja - millum annað eitt brotsspark ið Meinhardt Joensen bjargaði frá Peturi Knudsen. 

Nýggi norski áleyparin hjá KÍ, Ole Erik Midtskogen, ið gjørdi um seg í venjingardystunum fyri koronasteðgin, javnaði fyri KÍ miðskeiðis í 2. hálvleiki, Eins og í samband við 1-0 málinum var tað høgri bakkurin, ið legði upp - í hesum førinum Jóannes Kalsø Danielsen.

[object Object]
Midtskogen (t.h) kann gerast ein sannur fongur fyri KÍ. Danin Jesper Brinck var ein av KÍ-leikarunum, ið ikki var við í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tíggju minuttir fyri leiklok fekk NSÍ aftur brotsspark. Hesaferð tók Jann  Benjaminsen sær av tí, og hann skoraði til 2-1 og avgjørdi eisini dystin.

Bolt.fo skrivar, at NSÍ kanska samanlagt eisini hevði munin í stórum málmøguleikum, og at dysturin annars var merktur av, at liðini ikki hava spælt ella vant í longri tíð - í tann mun at spælið hekk illa saman, og fá gjøgnumspæld álop vóru. Tó, skrivar bolt.fo, sást, at leikararnir kropsliga eru væl fyri.

Sí eisini: 
Magni Mohr: Flestu skaðarnir koma í dysti


Nakrir leikarar, ið annars spæla fast, vóru ikki á vøllinum. Millum annað vóru liðformenninir Klæmint Andrasson Olsen og Jákup B. Andreasen ikki við. Hjá KÍ vóru miðverjarnir, Odmar Færø og Jesper Brinck, heldur ikki við.

Fleiri venjingardystir verða eisini leiktir í dag. 

NSÍ-KÍ 2-1 (1-0)
Petur Knudsen 1-0
Ole Erik Midtskogen 1-1
Jann Benjaminsen (br.) 1-2

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (5-3-2): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Benjaminsen - Betuel Hansen, Aron Knudsen, Mórits Heini Mortensen - Steffan Løkin, Petur Knudsen.
Seinni komu m.a. Karsten Hansen, Jákup Jakobsen, Salmundur Bech, Haraldur Højgaard, Pætur Hentze, Pætur Skipanes og Búi Egilsson á vøllin.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Meinhardt P. Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Alessio Hyseni, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen - Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen.
Í hálvleikinum ella í seinna hálvleiki komu hesir inn: Jonn Johannessen, Steinbjørn Olsen, Børge Petersen, Sebastian Avanzini og Gulak Jacobsen.

Kelda: bolt.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder