Fótbóltur

Fótbólturin er farin í gongd aftur

- Vit hava ikki fingið frámælt at byrja aftur, og meta at tað er rætta avgerðin, sigur Christan Andreasen. - Eg havi mælt til, at spælt verður í masku, sigur Pál Weihe.

Landsmyndugleikin og heilsumyndugleikin siga ikki heilt tað sama, sigur Christian Andreasen. Pál Weihe sigur, at heilsufakliga er tað ikki rætt at byrja aftur at íðka kontaktítrótt (Mynd: Sverri Egholm)

Landsmyndugleikin og heilsumyndugleikin siga ikki heilt tað sama, sigur Christian Andreasen. Pál Weihe sigur, at heilsufakliga er tað ikki rætt at byrja aftur at íðka kontaktítrótt (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-21 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini ið spæla í Betrideildini hjá monnum eru farin í gongd við at venja við fullum hópum, eftir ein stóran mánað við venjing í bólkum og/ella ongari skipaðari felagsvenjing. Leygardagin 9. Mai skal kappingin eftir ætlan byrja.

Les eisini: Fótbólturin fer ígongd aftur mánadagin
                Uppskot frá FSF: Fótbóltur so at siga út í eitt í útvið sjey mánaðir

Seinastu dagarnar hava nógvir spurningar stungið seg upp, tí fótbólturin ikki kann halda tilmælini um millum annað frástøðu og stødd á bólki, ið samlast verður í. Hetta kom m.a fram, eftir at Hondbóltssambandið leygardagin kunngjørdi, at kappingarnar har eru endaðar, og serliga eftir at Róðrarsambandið í gjár kunngjørdi, at eingin kappróður veðrur í 2020 – í báðum førum er avgerðin grundað á tilráðingar frá Koronaráðgevingini, ið annars skuldi hjálpa ymsu ítróttargreinunum at byrja aftur.

Politiski myndugleikin staðfesti í Degi & Viku í kvøld, at ætlanin er, at ítrótturin skal byrjað aftur, og Christian Andreasen segði, at Koronaráðgevingin hevði ávara um smittuvanda, men at einki frámæli er givið:

- Tað hevur sjálvandi ein ávisan smittuvanda við sær, at vit byrja at spæla aftur, Tað stóð eisini ovast í skrivinum frá koronatilmælingini, og tað hava vit eisini viðgjørt í Fótbóltssambandinum. Vit hava tó ikki fingið frámælt tað frá Kornaráðgevingini, og vit hava mett útfrá ráðgevingunum, ið vit hava fingið, og eftir at vit hava viga áhugamálini, at tað er rætt at byrja spakuliga aftur.

Christian Andreasen staðfestir, eins og so nógv onnur, ein mun í samskiftinum frá lands- og heilsumyndugleikunum 

- Tað er ein ávísur munur á boðunum frá heilsumyndugleikanum og teimum frá landsmyndugleikunum, ið beinleiðis mæla til, at ítrótturin skal byrja aftur. Á tann hátt fylgja við tilmælinum.

Les eisini: Landsmyndugleikarnir halda fast: Ítrótturin kann byrja aftur
                
Forsetin í FSF staðfesti, at tað er ráðiligt at byrja aftur, um tað eru skipaði viðurskifti, og eisini at tað hevur fíggjarligan týdning fyri feløgini at koma í gongd aftur.

[object Object]

Frá Koronaráðgevingini hevur Pál Weihe verið í samband við Fótbóltssambandi. Hann segði í innslagnum, at reint heilsufakliga er tað ikki ráðiligt at fara í gongd við kontaktítrótt enn, tí tað er heilt einfalt ov stórur smittuvandi.

- Vit hava so hugt eftir, hvussu vit kunnu minka um smittuvandan, og har havi eg so mælt til at spæla fótbólt í masku, sjálvt um eg veit, at tað ber illa.

Professarin varð eisini spurdur um munin millum hondbólt og fótbólt. Har segði hann, at har var sum so eingin munur:

- Tað er heilsufrøðiliga rætt, at hondbóltur ikki verður spældur komandi tíðina, og tað er heilsufrøðiliga ikki rætt, at fótbóltur verður leiktur. Somu leiðreglur eru galdandi viðvíkjandi nærkontakt. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder