Í kvøld er seinasta freist hjá feløgunum, ið hava umboðan í Betrideildini hjá monnum, at svara uppá uppskotið til góðkenningar um leikskrá fyri 2020. Hon varð gjørd beint áðrenn páskir
Les eisini: Uppskot frá FSF: Steypafinalan í desember
Lagt verður til brots 9. mai, sum var tilmæli frá myndugleikunum fyri beint undir tveimum vikum síðani. Síðani verður spælt 13 ferðir fram til og við 12. juli, millum annað einaferð í steypakappingini (1/8-finalurnar sum verða 8. juli) Tvey miðvikuumfør eru sett at verða hetta tíðarskeiði.
Fimtan dagar eru settir av fram til beint áðrenn Ólavusøku, og teir dagarnir eru ætlaðir til at spæla útsettar dystir, um tað er neyðugt - um lið til dømis skulu í sóttarhald. Hetta segði Róin Schrøter, varaforseti í FSF, í sendingini "Fótbóltsprát" í Kringvarpinum í gjár.
Annars er tað ein stutt tíð uttan dystir. Óvist er, nær KÍ, B36, NSÍ og HB skulu spæla í evropeiskari kapping, men tað verður helst einaferð í heyst.
Les eisini: Soleiðis ávirkar avgerðin hjá UEFA føroysku landsliðini og feløgini
Á Ólavsøku verða somu uppgerðir í Gundadali sum í fjør: HB-TB og B36-Víkingur. ÍF vitjar á Argjum 27. juli. Eftir ætlan vitjar HB í Klaksvík á Summarfestivalinum.
18 umfar verður eftir ætlan 28. august. Møguleiki er fyri, at 18. umfør verða leikt, eins og tað var áðrenn frá 1988 (tá tað gjørdust 10 lið í fremstu røð) til 2004. FSF hevur lagt tað soleiðis, at liðini spæla heima og úti móti hvørjum øðrum fyrstu 18 umførini, og í teimum 18 umførunum kann kappingin verð avgjørd, sigur Róin Schrøter. Hann staðfestir tó, at ætlanin sum nú er at spæla 27. umfør, men at kappingingarskráin er smidlig.
HB og Víkingur spældu fyri júst sjey mánaðum síðani steypafinaluna. Í ár verður steypafinalan møguliga smáar tríggjar vikur fyri jólaaftan (Mynd: Bjarni Enghamar)
Í fyrstu syftu er ætlanin er at spæla fram til 7. november, eina viku seinni enn ætlað varð upprunaliga. Tá standa uppgerðir á skránni, ið hugsast kunnu fáa avgerðandi týdning í báðum enda á stigatlavuni.
27.umfar í uppskotinum hjá FSF:
AB - EB/Streymur
TB - Skála
Víkingur - ÍF
B36 - NSÍ
KÍ - HB
Eftir hetta er ætlanin at spæla fjórðingsfinalurnar, hálvfinalurnar (bert eina og á uttanveldtðum vølli) og síðani finaluna á Tórsvølli 5. desember.
Talan verður sostatt um eitt langt fótbóltsár, uttan nakran nevniverdan steðg, um tað gongst eftir ætlan.
Spælt verður uttan áskoðarar, í øllum førum fyrstu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald