Betrideildin hjá monnum fer í gongd leygardagin 9. mai. Tveir mánaðir og ein dag eftir at kappingin upprunaliga skuldi byrja.
Sí nýggju skránna her
Fyrsta umfar varð tveir dagar frammanundan fyrstu brísklunum sett at verða leikt uttan áskoðarar. Dagin eftir varð tað útsett í eina viku, og stutt eftir varð avgerð tikin um at útseta allan fótbólt, sum skuldi verða spældur í mars og apríl mánað.
Eftir tilmæli frá landsmyndugleikunum, ið kom fram á tíðindafundi 8. apríl, og sum varð staðfest, eftir at ávís ivamál høvdu stungið seg upp, týsdagin, er við at verða klárt at byrjað. Liðini arbeiða nú við at koma í so góða venjing sum møguligt - seinastu dagarnar hevur vant verður við fullum hópi kring landið.
Les eisini:
Fótbólturin er farin í gongd aftur
Landsmyndugleikarnir halda fast: Ítrótturin kann byrja aftur
Fótbóltur so at siga út í eitt í útvið sjey mánaðir
FSF skrivar, at miðað varð eftir at byrja kappingarárið 2020 í mai, og nú er greitt, at landskappingin í Betri Deildini hjá monnum fer av bakkastokki leygardagin 9. mai. Eina viku seinni, leygardagin 16. mai byrjar 1. deild hjá monnum, og tann 24. mai fara fremstu kvinnuliðini á vøllin. Hesar kappingarnar eru ikki endaliga lagdar enn.
Í fyrsta umfari í Betri Deildini hjá monnum hittast liðini soleiðis:
KÍ – B36
NSÍ – TB
HB – EB/Streymur
Skála – ÍF
AB – Víkingur
Les eisini: - Vit arbeiða ímóti at fáa rættindi til at senda Betrideildina
Stuttur summarsteðgur - spæla næstan restina av árinum
Spælt verður til 12. juli, og síðani verður ein stuttur summarsteðgur, áðrenn kappingin verður tikin upp aftur tann 27. juli. Teir 15 dagarnir eru tøkir til at dystir, ið møguliga eru útsettir, verða leiktir. Tað er framvegis ógreitt, nær KÍ, B36, NSÍ og HB skulu spæla evropeiskar dystir.
Á ólavsøku tekur HB ímóti TB og B36 ímóti Víkingi - júst sum í fjør. HB vitjar KÍ á Summarfestivalinum.
Av tí at kappingin ikki byrjar fyrr enn í mai, og 27. umfør skulu spælast – um alt gongur eftir ætlan – verður síðsta umfar ikki spælt fyrr enn tann 7. november. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at 18. umfør verða leikt, men tað er bert, um tað ikki gongst sum ætlað:
27. umfar:
B36 – NSÍ
KÍ – HB
TB – Skála
AB – EB/Streymur
Víkingur – ÍF.
Sí alla skránna her
Steypakappingin
Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður á skránni 8. juli. Talan er um áttandapartsfinalurnar. Fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 21. og 28. novemer - bert ein hálvfinala verður (á uttanveltaðum vølli). Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald