Seinasta stóra samdøgrið hava vit lýst og viðgjørt støðuna viðvíkjandi ítróttinum í Føroyum:
- Hví kappingarárið í hondbólti endaði, og hvussu :
Kundu byrja - men burdu ikki
Landsliðshondbóltur: Fyrireika okkum eftir førimuni
At kappróðurin 2020 er avlýstur, ónøgdina við avgerðina, og hví avgerðin er tikin
-Noyðast at fylgja greiðu tilráðingunum frá koronaráðgevingini
Hvusssu ÍSF upplivir støðuna:
- Støðan hjá okkum og hjá sambondunum er frustrerandi
Hvussu ætlanin er, at Betrideildin 2020 verður avgreitt
Uppskot frá FSF: -Fótbóltur so at siga út í eitt í útvið sjey mánaðir
Um ávísan áhuga fyri rættindunum til at vísa Betrideildina
-Vit arbeiða imóti at fáa rættindi til at senda Betrideildina
Televarpið:- Í fyrstu syftu leggja vit dent á at skapa nakað regluligt
Vit hava eisini fleiri ferðir seinasta stóra samdøgrið roynt at fingið fatur á Leivi Persson, ið stendur á odda fyri Koronaráðgevingini, men tað er ikki eydnast at fáa eina viðmerking. Tað er Koronaráðgevingin, sum ymsu sambondini hava verið í samband við, fyri at vita hvussu best er at byrjað aftur innan einstøku ítróttargreinarnar.
Tað var koronaráðgevingina, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísti til á tíðindafundinum 8. apríl, tá hann segði, at tað er ráðiligt, at ítróttarkappingar byrja aftur undir skipaðum viðurskiftum 9.mai. Tilmæli frá landsmyndugleikunum var sostatt, at ítrótturin inni og úti kundi byrja aftur - hetta staðfesti Jenis á Rana, mentamálaráðharri, eisini seinni sama dag - men at tað skuldi gerast í samráð við nýstovnaðu koronaráðgevingina.
Jenis av Rana á tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er tó vorðið greitt, at koronaráðgevingin hevur lagt dent á smittuvandan og víst á nógvar forðingar fyri, at ávísar ítróttargreinar kunnu byrja aftur - í øllum førum í samband við at hondbólturin og kappróðurin hava avlýst sítt virksemi:
- Vit fingu greitt at vita frá Korona-ráðgevingini, at tað var ein smittuvandi í samband við hondbólt. Hetta vistu vit sjálvandi áðrenn. Tað varð síðani munnliga greitt víðari frá, at politiski myndugleikin hevur sagt, at tit kunnu fara í gongd at spæla 9. mai, men at heilsufakliga kundi ikki mælast til at venja fram ímóti tí – hóast tilmæli um reinføri o.a. vórðu fylgd. Hugburðurin tyktist at vera: Tit kunnu fara í gongd - men tit burdu ikki
Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya í samrøðu við Portalin
- Tað er greitt, at heilsumyndugleikin og landsmyndugleikin ikki eru samdir. Løgmaður segði á tíðindafundinum beint áðrenn páskir, at hann onga forðing sær í, at man ikki kann fara at rógva. So verður koronaráðgevingin sett í gongd av landsmyndugleikanum - ein ráðgeving sum skal hjálpa okkum í gongd. Vit komu við einari vegleiðing um, hvussu man kann halda reinføri í bátunum, hvussu man kann byrja aftur at venja, hvussu ein best kann skipað stevnurnar o.s.fr. Vit høvdu als ikki ímyndað okkum, at svarið frá Koronaráðgevingini var, at rógvarar als ikki sleppa í bátarnar – serliga tí vit nú vita, at fótbóltsleikararnir byrja at venja nú. Eg fekk ein skelk.
Annika V. Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya í samrøðu við Portalin
Flogbólturin og kurvabólturin hava, eins og hondbólturin valt, at kappingarárið ikki verður spælt liðugt. Í fráboðanum hjá báðum hesum sambondunum stendur stutt, at avgerðin er tikin í tráð við tilmæli frá myndugleikum.
Les meira:
Flogbóltsárið endað - heilsustøðan avgerandi
Allar kurvabóltskappingar avlýstar
Tvørandi samsvarið og manglandi samskifti hevur gjørt, at tey í ÍSF hava merkt frustratión. Hetta setti Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, orð á í samrøðu við Portalin í gjárkvøldið. Og tað gjørdi hon eisini í útvarpstíðindunum og í Degi & Viku í kvøld.
Í Degi & Viku varð stórt fokus sett á støðuna viðvíkjandi ítróttinum og teimum mótsigandi útsagnunum frá ymsu myndugleikunum. Har kundi Elin Heðinsdóttir Joensen avdúka, at ÍSF hevði verið á fundi við Jenis á Rana seinnapartin, har mentamálaráðharran staðfesti, at politiski myndugleikin ynskir, at ítrótturin er eitt øki, ið nú skal lata varisliga upp, og at Koronavegleiðingin skal vegleiða, so at møguleiki er fyri at lata upp aftur. Hetta hevur millum annað við sær, at kappróðrarsambandið kann taka støðuna upp av nýggjum við koronavegleiðingina.
Forsetin í ÍSF segði eisini, at myndugleikarnir nú fóru at kunna Ítróttarsambandið skjótari og betri, áðrenn. Elin Heðinsdóttir Joensen staðfesti, at tað er upp til hvørja einstaka ítróttargrein (hvørt samband) at taka støðu til. Eisini segði hon, at tað ikki ber til at halda niðri allatíðina, hóast hædd sjálvandi skal takast fyri smittuvanda.
- Ítrótturin er góður fyri tað føroyska samfelagið. Tað kann verða jaligt í hesari tíðini, og nú er gongdin eisini góð. Vit halda, at tað er natúrligt, at ítrótturin er partur av tilgongdini at lata upp aftur. Tað ber altíð til at lata aftur, um støðan gerst verri aftur.
Elin Heðinsdóttir Joensen
Løgmaður Bárður á Steig Nielsen varð eisini spurdur um støðuna, og hann segði eins og Jenis av Rana, at myndugleikin heldur fast við politisku avgerðini, sum varð tikin áðrenn páskir:
– Vit halda fast við tey fokusøkini, sum vit ætlaðu at seta í gongd. Nú eru dagstovnar, skúlar og annað farið í gongd aftur spakuliga, og tað kann ítrótturin eisini.
Í mun til tað heilsufakliga segði løgmaður hetta
- Vit ásanna at tað er ein smittuvandi, men tá talan er um ítrótt, er tað ein avmarkaður bólkur, tí kann man stýra. Um onkur verður smittaður á einum liðið, til dømis, so er tað lætt at gera smittusporing.
Ítróttarkappingar kunnu sambært landsmyndugleikanum byrja aftur 9. Mai – hetta er ikki broytt. Bárður á Steig Nielsen segði so at siga einki í mun til, at kunningin frá landsmyndugleikanum og tann frá Koronaráðgevinini til sambondini ikki samsvaraði, men hann gjørdi greitt, hvar avgerðin liggur:
- Eg fari ikki at noyða nakran í gongd – sambondini skulu viðgerða støðuna saman við feløgunum og síðani taka avgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald