Annað

Allar kurvabóltskappingar avlýstar

Kappingin verður ikki leikt liðug í ár - tilmælini eru ógjørlig at halda, um ein dystur skal leikast, skrivar Menningarsambandið fyri Kurvabólt. Hetta gevur ikki Kurvabóltssambandinum nakran fíggjarligan miss.

Av tí at tilmælini framvegis eru, at frástøða skal haldast, og at ikki meira enn 10 fólk skulu savnast, ber heilt einfalt ikki til at spæla kurvabólt verður staðfest (Mynd: Jens Kr. Vang)

Av tí at tilmælini framvegis eru, at frástøða skal haldast, og at ikki meira enn 10 fólk skulu savnast, ber heilt einfalt ikki til at spæla kurvabólt verður staðfest (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-14 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundi í seinastu viku kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, at ítróttarkappingar í Føroyum kunnu fara í gongd aftur 9. mai. Júst hvussu hetta skal skipast,og nær og hvussu tað ber til at venja, skal samskipast nærri í samstarv í korona-ráðgevingina.

Les meira: 
Øll sleppa at íðka og kappast frá 9. mai - men uttan áskoðarar
ÍSF: Ítrótturin skipast í samstarvi við korona-ráðgevingina

Fótbólturin og hondbólturin, tvær tær størstu ítróttargreinarnar í landinum, hava boðað frá, at tær ávíkavist fara í gongd og endað kappingina í mai, meðan tað er óvist við eitt nú flogbóltinum.

Les eisini: 
HSF: Endaliga ætlanin verður greið eftir páskir
Fótboltssambandið kemur við einari korona-vegleiðing í komandi viku

Kurvabólturin er ein av nýggjaru og smærri ítróttargreinunum í Føroyum. Hon er tann fyrsta, ið hevur boðað frá, at núverandi kapping ikki verður spæld liðug. 

Menningarsambandið fyri kurvabólt hevur avgjørt, at við atliti til heilsuna hjá  leikarum og skyldfólki teirra verður eingin kapping verður leikt liðug í ár. Hetta verður gjørt greitt í tíðindaskrivi í dag.

Kurvabóltsambandið er komið til ta niðurstøðu, at heilsan skal raðfestast hægri enn alt annað. Tilmælini frá serfrøðini er, at vit framhaldandi skulu halda frástøðu frá hvørjum ørðum, og ikki fleiri enn 10 folk skulu savnast. Júst hesi tilmæli eru ógjørlig at halda, um tað leikast ein dystur. Tað ber heilt einfalt ikki til at leika kurvabólt og fylgja tilmælinum, verður staðfest í skrivinum.

Hettar er fimta árið, at Trygdkappingin hevur verið hjá monnum, men í ár verður eingin vinnari skýrdur.

Kurvabóltssambandið hevur ikki nakran fíggjarligan miss, av at steðga allar kappingar. Alt arbeiði innan kurvabólt er sjálvboðið, so tað er størri møguleiki fyri at tapa, um tilmælini ikki verða fylgd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder