Á tíðindafundi fyrrapartin í dag kunnaðu landsmyndugleikarnir um, at samfelagið spakuliga letur upp aftur 20. apríl. Samstundis varð boðað frá, at ítróttarkappingar kunnu byrja um ein mánað, 9 mai.
Les eisini: Ítróttartiltøk kunnu byrja aftur 9. mai
Hetta kom heldur óvart á Ítróttarsamband Føroya, sum nú hevur givið sersambondunum boð um, at tey eiga at skipa sínar ítróttagreinar, venjingar og kappingar í tøttum samstarvi við almennu Korona-ráðgeving, nú ítrótturin fer at byrja aftur
Les meira: Ítrótturin skipast í samstarvi við Korona-ráðgevingina
Hondbóltssambandið kunngjørdi seinnapartin, at hetta verður gjørt, áðrenn greitt verður, hvussu avgerandi dystirnir í kappingarárinum skulu leikast.
Les eisini: HSF: Endaliga ætlanin verður greið eftir páskir
Fótbóltssamband Føroya fer í komandi viku, saman við koronaráðgevingini, at gera vegleiðing um, hvussu venjingar kunnu fyriskipast undir komandi korona-tiltøkum. Eisini verður serlig korona-vegleiðing gjørd fyri dystarfyriskipan.
Hetta skrivar FSF frá í kvøld og boðar samstundis frá, at nýggju korona-vegleiðingarnar verða ætlandi sendar feløgunum seinast fríggjadagin 17. apríl.
Tá verður helst meira greitt, hvussu kappingarárið fer av bakkastokki, og hvussu ymsu kappingarnar í 2020 verða skipaðar. Sum skilst hevur Kappingarnevndin sitið og viðgjørt støðuna í dag.
- Vit fara at snakka við feløgini um hesi viðurskiftini um páskirnar ella beint aftaná páskir, og so koma vit at taka tað harfrá
Hetta sigur Róin Schrøter, varaforseti í FSF, við hvat.fo. Hann hevur annars onga viðmerking til, um hvussu kappingin í ár verður skipað, og um hon møguliga verður stytt niður í 18 umfør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald