Hondbóltur

HSF: Endaliga ætlanin verður greið eftir páskir

Hondbóltssamband Føroya hevur tosað við feløgini um møguleikar og fer nú at ráðføra seg við Korona-ráðgevingina. .

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-08 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdi Hondbóltssambandið greitt, at tað vóru tríggjar framtíðarímyndir gjørdar fyri, hvussu hondbóltsárið kundi enda hjá kvinnum og monnum. Hetta varð gjørt í samráð við feløgini. Endaligar ætlanir vórðu ikki lagdar - tað loyvir verandi støða ikki - og bíðað varð eftir boðum frá almennu myndugleikunum.

Tær komu so í morgun. Á tíðindafundi kunngjørdi løgmaður, ið er fyrrverandi hondbóltsmálverji, at ítróttarkappingar kunnu fara í gongd aftur 9. mai - tó uttan áskoðarar. 

Les eisini: Ítróttartiltøk kunnu byrja aftur um ein mánað 

Nú tíðliga seinnapartin hevur Hondbóltssamband Føroya so sent eina kunning út viðvíkjandi kappingini í SMS og Okkara deildini.

Við støði í samskiftinum við feløgini verður nú farið undir at gera eina endaliga ætlan fyri, venjingarnar hjá leikarunum í SMS og Okkara deildunum verða skipaðar ta næstu tíðina, og hvussu SMS og Okkara kappingarnar skulu avgreiðas. Hetta skal vera í samsvar við tey tilmælini, sum almennu myndugleikarnir eru komnir við, skrivar HSF.

Feløgini hava sett sum krav, at tey skulu sleppa at venja sum vanligt í minst tvær vikur, áðrenn tey skulu spæla dystir. Harvið skal nú fáast greiðu á, júst nær venjingarnar kunnu fara í gongd, og hvussu tær skulu skipast. Í hesum sambandi ynskir Hondbóltssambandið at ráðføra seg við serligu Korona-ráðgevingina. 

Endaliga ætlanin verður send feløgunum skjótast gjørligt, men hondbóltssambandið væntar ikki, at hetta er til reiðar fyrrenn eftir páskir - tað vil siga um áleið eina góða viku.

Tvey umfør resta í av grundspælinum, og síðani skuldu eftir ætlan tvær ella tríggjar hálvfinalur leikast, áðrenn upp til fimm finalur skuldu avgerða FM. Helst verður nógv skorið í hesum, og forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, hevur í Kringvarpinum í vikuni nevnt eitt Final 4-tiltak yvir nakrar dagar sum ein møguleika fyri at avgerða kappingarnar. Tað verður tó eftir øllum at døma uttan áskoðarar, at fremstu hondbóltskappingarnar verða avgjørdar.

Ungdómsdeildirnar og næstbestu deildirnar eru lidnar fyri í ár. Hetta boði HSF frá í gjár.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder