Fótbóltur

KÍ vann fyrstu uppgerðina

NSÍ-kvinnurnar vóru ikki nóg effektivar. Tað vóru klaksvíkskvinnur hinvegin og vunnu 3-1. Í Gundadali fór Víkingur avstað við øllum.

Rutt Gregersen kundi fegnast um sítt fyrsta mál í bestu kvinnudeildini (Mynd: Sverri Egholm)

Rutt Gregersen kundi fegnast um sítt fyrsta mál í bestu kvinnudeildini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-21 21:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Besta kvinnudeildin í fótbólti varð skotin í gongd um vikuskiftið. Teir báðir fyrstu dystirnir vórðu leiktir í gjár, og hinir í dag. Tey bæði nýggju liðini fingu seg royndan í gjár, og taptu bæði stórt. HB vann 6-0 móti 07 Vestur, og EBS/Skála vann 5-0 móti AB/B71.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í dag var spennandi uppgerð í Klaksvík, har NSÍ, sum fleiri meta vera ein av avbjóðarunum til FM-heitið í ár, var á vitjan hjá KÍ. Hóast kvinnurnar úr Runavík royndu at trýsta við Djúpumýrar seinnapartin, so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin inn meira enn einaferð.

Hervør Olsen legði fyri í dystinum við at leggja KÍ á odda í 23. og 26. minutti. Lítla løtu seinni fekk KÍ brotsspark og kundi økja til 3-0, men Sjarlotta Joensen í NSÍ málinum bjargaði royndini frá Rannvá B. Andreasen.

Beint fyri hálvleik eydnaðist NSÍ at fáa bóltin framvið Óluvu Allansdóttir Joensen í KÍ-málinum, tá Maria Vinjardsdóttir Johansen minkaði um munin til 2-1.

NSÍ royndi at trýsta, og kom í góðar støður. Inn í KÍ-málið vildi bólturin ikki, og beint fyri leiklok ar mál hinumegin, og innskifta Rutt Gregeren skoraði hennara fyrsta mál bestu kvinnudeildini til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Í Havn var Víkingur á vitjan hjá B36. Gestirnir fingu brotsspark tá bara 10 minuttir vórðu leiktir av dystinum, men Jensa Tórolvsdóttir brendi. Smáar tjúgu minuttir seinni var aftur brotsspark til Víking, og hesaferð setti Mona Rasmusdóttir bóltin í netið til 1-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

[object Object]Mona Rasmussen setti bóltin í netið til 1-0 við brotssparki (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tær kunnu fegnast í Víkingi, nú í ljósabláum. Seinastu árini hava tær havt felagslið saman við ÍF og B68, men hava tikið seg úr samstarvinum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ - NSÍ 3-1 (2-1)
23' Hervør Olsen 1-0
26' Hervør Olsen 2-0
42' Maria Johansen 2-1
85' Rutt Gregersen 3-1

B36 - Víkingur 0-1 (0-1)
28’ Mona Rasmusdóttir 0-1 (br.)

07 Vestur - HB 0-6 (0-4)
30’ Sara Samson Lamhauge 0-1
33’ Julia Naomi Mortensen 0-2
42’ Sunniva Willlemoes 0-3
45’ Sunniva Willlemoes 0-4
61’ Jónvá Hentze 0-5
88’ Sara Samson Lamhauge 0-6

EBS/Skála - AB/B71 5-0 (5-0)
11’ Rakul Vesturdal Magnusen 1-0
24’ Randi Fagradal 2-0
25’ Randi Fagradal 3-0
29’ Silja Pálsdóttir Augustinussen 4-0
33’ Lea Lisberg 5-0

Støðan Betri deildini kvinnur 2021

1. HB (3 stig)
2. EBS/Skála (3 stig)
3. KÍ (3 stig)
4. Víkingur (3 stig)
5. B36 (0 stig)
6. NSÍ (0 stig)
7. AB/B71 (0 stig)
8. 07 Vestur (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder