Arvafíggindarnir brustu saman til stórsteypadyst á Tórsvølli í kvøld. Steypavinnarin og føroyameistarin skuldu hittast leygarkvøldið - tað varð útsett vegna veður – síðani sunnudagin – tað varð eisini útsett vegna veður. Hesaferð eydnaðist tað, og áskoðararnir og hyggjararnir hjá Televarpinum fingu eitt fítn starskot uppá kappingina - ein fínan fótbóltsdyst millum tvey av liðunum, ið allarhelst koma at kappast í oddinum í ár.
Myndir: KÍ - HB stórsteypadystur
KÍ byrjaði væl betri, og innan fyrstu tíggju minuttirnar hevði Jóannes Bjartalíð rakt tvørtræðið við sera góðum langskoti, Páll Klettskarð hevði lyft bóltin uppum málið í fríari støðu, og HB hevði ruddað burtur í málteiginum eftir hornaspark til teir í bláum. KÍ hevði bóltin væl meira fyrstu 25 minuttirnar ella so og spældi við sjálvsáliti. HB kom síðani meira á bóltin og betri inn í dystin. Teir reyð-svørtu skapti onkrar støður fyri steðgin hálvleik, men tað var KÍ, ið var greitt meira vandamikið í 1. hálvleiki. Føroyameistararnir vóru eisini sera vælskipaðir uttan bólt – í summum støðum í einari 6-2-2, eins og KÍ millum annað nýtti nógv í evropeisku dystunum seinasta summar. Hetta gjørdi, at HB onga veruliga skotroynd fekk.
Nýggi miðverjin hjá HB, Delphin Tshiembe (Mynd: Sverri Egholm)
Leikferðin fór upp aftur tíðliga í 2. hálvleiki, og góðar taktir vóru at síggja frá báðum liðum – serliga HB. Adrian Justinussen hevði so at siga ikki verið við í dystinum í 1. hálvleiki, men eftir at HB vann bóltin á egnari hálvu og gjørdi skjótt av, fekk nummar sjey bóltin stutt uttanfyri brotsteigin. Grundreglan hjá verjuleikarum í hesari støðuni er at ikki lata 21-ára gamla leikaran skjóta við høgra beininum. Tað slapp hann ikki, men Adrian trekti til sítt vinstra bein, og av brotsteigarmarkinum smekkaði hann bóltin í longra málhorn.
Adrian Justinussen sló til fyri HB tíðliga í 2. hálvleiki, men brendi seinasta brotssparkið hjá HB í brotssparkskappingini (Myndir: Sverri Egholm)
HB var næstu løtuna nakað omaná, men so gjørdi Mikkjal Thomassen eina tvífalda útskifting, og KÍ fór at spæla eina 4-3-3 líknandi leikskipan. Hetta gav úrslit: Miðskeiðis í hálvleikinum spældi ein vælleikandi Odmar Færø ein góðan bólt niðan ímóti brotsteignum hjá HB. Innskifti Boris Dosljak gjørdi eina góða renning, legði bóltin hegnisliga víðari afturum seg til Ole Erik Midtskogen. Norski áleyparin, ið var sera eyðsýndur var eirindaleysur, og so var 1-1. Restina av dystinum líktist KÍ meira einum vinnara, tó uttan at skapa so nógv. Inntensitetur helt fram at vera í dystinum, og leikararnir stemplaðu inn í nærdystum.
Tveir av nýggju leikarunum - danin Mathias Nygaard hjá HB og norski Ole Erik Midtskogen hjá KÍ. Stori áleyparin skoraði og gjørdi veruliga mun hjá føroyameistarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Tað skuldi avgerast við brotssparkskapping. Har fóru níggju tey fyrstu skotini í málið – Kristian Joensen var nær við eitt skot hjá HB, men øll vóru sera væl sett inn. Allir fimm leikararnir hjá KÍ vóru ísakaldur, men tann seianasti hjá HB megnaði ikki at skora. Eins og í Klaksvík í Betrideildini í fjør, hevði Kristian lisið Adrian av og bjargaði væl. So kundi albanin Alessio Hyseni syrgja fyri, at stórsteypið á fyrsta sinni fór til Klaksvíkar. Í fjør vann HB tað.
Ein góð upptakt til Betrideildina, ið byrjar sunnudagin. Tað merktist ikki væl, at tað var heilt tíðliga á árinum, og serliga KÍ sá hvasst út.
Stórsteypadysturin hjá monnum
Tórsvøllur, 03.03
KÍ - HB 1-1 (0-0) - 6-5 eftir brotssparkskapping
53' Adrian Rúnason Justinussen 1-0
68' Ole Erik Midtskogen 1-1
Brotssparkskapping:
Daniel Johansen 1-2
Jákup B. Andreasen 2-2
Pætur Petersen 2-3
Jóannes Kalsø Danielsen 3-3
René Shaki Joensen 3-4
Jóannes Bjartalíð 4-4
Delphin Tshiembe 4-5
Boris Dosljak 5-5
Kristian Joensen bjargar frá Adrian Justinussen
Alessio Hyseni 6-5
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Deni Pavlovic (58' Alessio Hyseni) Patrik Johannesen (65' Boris Dosljak) – Ole Erik Midtskogen, Páll Andrasson Klettskarð (65' Sebastian Avanzini)
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen
HB (4-3-3(4-2-3-1): Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (L) Delphin Tshiembe, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard Kristensen (58' René Shaki Joensen), Dan í Soylu - Pætur J. Petersen, Øssur Dalbúð (77' Ási Dam), Adrian Justinussen
Venjari: Jens Berthel Askou
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald