Fyrsti triðingur í Betrideildini er nú av. Víkingur vann 5-0 á botnliðnum AB í síðsta dystinum í 9. umfari, sum var í Sarpugerði gjárkvøldið, og nú ber til at gera eitt sindur upp.
Um hugt verður eftir oddinum, so er KÍ ovast. Tað er ikki beinleiðis óvæntað, at tvífaldu føroyameistararnir eru tað, og teir hava endurtikið úrtøkuna frá fyrsta triðinginum: 27 stig ið er fult stigatal.
Liðið hjá Magna Hoseth tryggjaði sær trý stig afturat , og økti harvið um munin í oddinum, afturat við sigri á HB sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)
B36 basti KÍ í steypakappingini, men í landskappingini vann KÍ í Gundadali og er í løtuni seks stig frammanfyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið úr Klaksvík hevði eisini fult stigatal eftir fyrsta triðingin í fjør. Fyrsti dystur í fjør, har KÍ ikki fekk fult, var í 11. umfari á útivølli móti Víkingi. Ein annar dystur endaði við javnleiki (1-1 móti B36 í Klaksvík) og harvið setti KÍ met við 77 stigum, eins og tað at bert 7 mál fóru inn.
Í 2021 tapti KÍ ein dyst, spældi tríggjar javnar og vann rest. Hetta gav 72 stig og eitt greitt FM-heiti. Eisini setti liðið met við heili 99 málum. Eftir ein triðing tá hevði KÍ 25 stig. Einasti dysturin í fyrsta triðinginum, sum KÍ ikki vann var móti HB (2-2) HB var einasta liðið, sum vann á teimum í bláum í 2021. Hetta var eftir, at meistaraheitið varð tryggjað - síðani hevur KÍ vunnið 36 av teimum 38 dystunum, ið liðið hevur spælt í Betrideildini.
Úrtøkan hjá KÍ eftir fyrsta triðing seinastu trý árini:
2021: 25 stig (8 sigrar og ein javnleik) + 27 í málúrtøku
2022: 27 stig (9 sigrar) + 26 í málúrtøku
2023: 27 stig (9 sigrar) + 21 í málúrtøku
Tað sær út til at vera torført hjá HB og hinum at hanga í KÍ aftur í ár. B36 er nummar tvey í løtuni men hevur tapt fyri HB eisini. Málúrtøkan hjá KÍ er higartil nakað undir hana seinastu árini, og fýra av sigrunum higartil hava verið verið við einum máli - millum annað á heimavølli móti ÍF og EB/Streymi.
KÍ hevur tó bast tættastu avbjóðarunum á útivølli, og við styrkinum á liðnum er ikki nógv, ið bendir á, at KÍ endar undir 70 stig. Higartil hevur tað verið lýtaleyst, hvat stigum viðvíkur.
Tøl: Faroesoccer
Støðan í Betrideildini eftir 9 umfør
1. KÍ 27 stig
2. B36 21 stig
3. HB 20 stig
4. Víkingur 17 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. ÍF 9 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig
Les eisini: KÍ legði sjógv millum seg og HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald