Fótbóltur

Víkingur og Sølvi í stórum stíli

Víkingarnir vundu burturúr botnliðnum í Sarpugerði við góðum spæli og fimm málum. Harvið varð punktum sett fyri fyrsta triðingin - fyri AB hevur hann verið tungur.

Sølvi skoraði tvey tey frystu málini í Sarpugerði og legði upp til tvey afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sølvi skoraði tvey tey frystu málini í Sarpugerði og legði upp til tvey afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-15 21:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsti dysturin í 9. umfari í Betrideildini - sum samstundis var tann seinasti dysturin yvirhøvur í fyrsta triðinginum - var í Sarpugerði í kvøld. Sum væntað vann Víkingur á sigursleysa botnliðnum AB, og talan gjørdist eisini um stórsigur til Sølva Vatnhamar og hinar, sum til tíðir vóru í hopla.

Heimaliðið fekk hol á tíðliga. Hetta var umráðandi fyri Víking og fyri gongdina í dystinum. Lívligi Olaf Bárðarson varð sendur avstað, og Ramzi Toure Idrissou feldi gøtumannin á ofantaligan hátt. Sølvi Vatnhamar umsett trygt brotssparkið til mál.

AB royndi at bíta eitt sindur frá sær stutt eftir fyrsta málið og flutti bóltin rímiliga væl til tíðir, men tað var Víkingur, sum var omaná og meira vandamikið. Síðsta partin av fyrra hálvleiki vóru víkingarnir náðisleysir og vístu flott spæl.

Fyrst var tað Atli Gregersen, sum væl fann Jákup Johansen í millumrúminum. Vongurin tók bóltin væl við sær og sendi Sølva í dýbdina. Ein ímóti einum við Antonio Borelli var leirvíkingurin ísakaldur, og so var 2-0.

Tveir minuttir seinni var Teitur Olsen nær við at minka, tá bólturin púra tilvildarliga stakk til hann í Víkinga-brotsteignum. Ístaðin skoraði Víkingur í sama minutti. AB misti bóltin í uppspælinum, Jákup fekk fatur á bóltinum, fann skjótt Sølva í vinstru, og nummar níggju legði bóltin flatt og hart inn til Olaf, ið lættliga kundi økja til 3-0.

[object Object]
Jákup Johansen og hin vongurin, Olaf Bárðarson, vóru við í øllum málunum fyri steðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta var tíggju minuttir fyri steðgin - í yvirtíðini var aftur mál. Talan var um gott uppspæl í høgru, har Signar á Brúnni og Jákup Johansen spældu sínámillum. Strandingurin smoygdi sær inn í brotsteigin, meðan bólturin kom til til Martin Klein Joensen, sum snilt legði av til Jákup. Eyðsýndi 7'arin setti bóltin trygt í málið við vinstra beininum.

AB skifti Viktor Helga Benediktsson inn beinanvegin eftir steðgin og fór til tríggjar miðverjar. Tað var tó heilt skjótt, at tað bleiv 5-0. Sølvi legði innfyri úr høgru, teir hjá útiliðnum vóru óansnir við aftaru stong, men Martin Klein var árvakin og ágangandi. 9'arin stútaði bóltin í netið til 5-0; hetta var fyrsta málið hjá áleyparanum úr Norðragøtu síðani 1. apríl.

Restina av dystinum var heldur linligur. Heimaliðið royndi at fáa fleiri mál, men ferðin og broddurin var ikki óvæntað tann sami, og Víkingur skifti eisini fimm ferðir út. Liðið hjá Henrik Larsen tykiskt at hugsavna seg um, at ósigurin ikki skuldi gerast størri, og hetta eydnaðist so.

Annars eydnaðist lítið hjá AB, og fyrsti triðingur hjá argjamonnum hevur samanlagt verið vánaligur. Úrtøkan hevur verið eitt mál og eitt stig. Víkingur vísti aftur góðar taktir í dag og hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað, hevur í løtuni eitt trygt 4. pláss og er trý stig frá HB eftir fyrstu níggju dystirnar. AB og Víkingur hittast aftur sunnudagin - á Argjum.

Úrslitini í 9. umfari í Betrideildini 

Í dag, mánadagin 15.05
Víkingur - AB 5-0 (4-0)
9' Sølvi Vatnhamar, br. (Olaf Bárðarson) 1-0
34' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 2-0
36' Olaf Bárðarson (Sølvi Vatnhamar) 3-0
45 (+2)' Jákup Johansen (Martin Klein Joensen) 4-0
47' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 5-0

Spælarar og dystargongd síggjast her

Í gjár, sunnudagin 14.05

B36 - ÍF 5-1 
3' Isak Jönsson (Taufee Skandari) 1-0
21' Taufee Skandari (Hannes Agnarsson) 2-0
53' Valerijs Sabala (Bjarki Nielsen) 3-0
62' Jhon Mena Perez (Hans Jákup Lervig) 3-1
72' Michal Przybylski (Bjarki Nielsen) 4-1
82' Valerijs Sabala (Andrass Johansen) 5-1

*Reytt kort: Hans Jákup Lervig (70')

B68 - TB 1-1 (1-1)
13' Jørgen Nielsen (Alex Mellemgaard) 1-0
31' Samudeen Musah (Jens Erik Bruhn) 1-1

Les eisini: B36 er á 2. plássi eftir fyrsta triðing


HB - KÍ 0-1 (0-0)
71' Páll Andrasson Klettskarð (Luc Kassi) 0-1

EB/Streymur - 07 Vestur 0-5 (0-1)
17' Daniel Obbekjær (Rasmus Knudsen) 0-1
50' Janus Svabo Samuelsen (Jóhann Hansson Joensen) 0-2
61' Jasper Van Der Heyden (Uros Stojanov) 0-3
65' Uros Stojanov (Jóhann Hansson Joensen) 0-4
75' Mathias Voss (Magnus Holm Jacobsen) 0-5

Les eisini: KÍ legði sjógv millum seg og HB

Støðan í Betrideildini eftir 9 umfør

1. KÍ 27 stig
2. B36 21 stig
3. HB 20 stig
4. Víkingur 17 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. ÍF 9 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder