Fótbóltur

KÍ vunnið fimm teir seinastu dystirnar móti HB

HB skal venda tungu innanhýsis gongdini í kvøld fyri veruliga at seta eld á FM-stríðið. KÍ kann gerast kroyst.

KÍ vann 2-0 í seinasta klassikaranum. Hann var í Klaksvík fyrst í juli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

KÍ vann 2-0 í seinasta klassikaranum. Hann var í Klaksvík fyrst í juli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-15 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB er mest vinnandi felagið í føroyskum mansfótbólt. FM nummar 24 kom í hús í 2020, men tvey tey seinastu árini hava arvafíggindarnir úr Klaksvík vunnið føroyameistaraheitið á sannførandi hátt.

Í summarsteðginum sá tað út til, at tað var lítil ivi um, at KÍ fór at vinna FM triðja árið á rað. Úrslitini eftir summarsteðginum hjá topp-trý liðunum hava tó gjørt, at størri spenningur er komin í. Havnarfeløgini anda KÍ meira í nakkan, og HB kann blása meira lív í, í kvøld.

HB-liðið, við Jákup Martini Joensen sum høvuðsvenjara, kann sum so bert brúka ein sigur, í mun til FM-stríðið, nú innanhýsis dysturin móti oddaliðnum er her. Hinir báðir dystirnir í ár eru endaðir við sigri til KÍ. 1-0 í Gundadali og 2-0 í Klaksvík.

[object Object]Jákup Martin Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið skal HB finna loysina uppá at skapa stórar málmøguleikar og skora móti KÍ. Í  kvøld hjálpir tað kanska at Heini Vatnsdal og Vegard Forren eru skaddir. KÍ vann eisini allar innanhýsis dystirnar í fjør - samanlagt 5-1.

Teir í reyðum og svørtum hava ikki vunnið ein týðandi landskappingardyst móti KÍ síðani í mai 2019. HB vann tó 2-1 á Tórsvølli í oktober 2021, og syrgdi tá fyri at teir har norðuri frá ikki fóru ósigraðir gjøgnum landskappingina. Hetta var fýra dagar eftir, at KÍ hevði tryggjað sær FM.

Trýst kann veruliga koma á Magna Hoseth og hansara menn í kvøld. Javnleik kann KÍ betri liva við enn HB, men tað er eisini brúkiligt fyri B36. Vinnur HB, sum hevur hevur ein glóðheitan Adrian Justinussen men ein ivasaman Teit Matras Gestsson, so eru bert tvey stig á muni millim arvafígginarnar. B36 liggur í løtuni millum liðini.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gamaní hava havnarfeløgini ávikavist spælt ein og tveir dystir fleiri enn KÍ. Conference League-liðið hevur tó eina rúgvu av dystum fyri framman. ávísar skaðatrupulleikar og manglar rútmu í landskappingini.

Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18. Kári á Høvdanum er høvuðsdómari. Televarpið vísir dystin, og Portalurin verður til staðar til klassikaran við ymiskum tilfarið.

Betrideildin - útsettur dystur frá 21. umfari
Í dag, fríggjadagin 15. september í Gundadali

18.00: HB - KÍ

Les eisini: Oddadystur í Gundadali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder