Fótbóltur

KÍ vunnið tveir av sínum fimm dystum eftir summarsteðgin

Oddaliðið vann allar 16 landskappingardystirnar fyri steðgin. Javnleikir á heimavølli móti 07 Vestur og B68 á heimavølli, umframt tap í Norðragøtu, hava blást lív í oddastríðið.

KÍ vann lykladyst móti HB fríggjakvøldið men snávaði í kvøld á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann lykladyst móti HB fríggjakvøldið men snávaði í kvøld á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-18 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 og KÍ spældu í kvøld javnleik í Klaksvík. Fleiri broytingar vóru á liðnum hjá KÍ, í mun til í dystin móti HB. Hóast fleiri møguleikar í 2. hálvleiki eydnaðist ikki oddaliðnum at avgera spennandi uppgerðina. Úrslitið varskógvar "nýggjan spenning", hvat FM viðvíkur.

Les meira um dystin her

Tað skal framvegis nógv til, men B36 er nú ikki meira fýra stig aftanfyri. Liðið hjá Dan Brimsvík avgreiðir sína uppgávu móti lægru liðunum. Sunnudagin er grannauppgerð móti HB, ið hevur vunnið allar dystirnar móti B36 í ár. Hesin dysturin verður helst avgerandi fyri, um tað kann verða veruligt FM-stríð síðstu umførini.

So leingi sum KÍ snávar, so er hetta er ein møguleiki. Eftir dystin í kvøld hevur KÍ spælt fimm dystir í Betrideildini í "seinnu hálvu" og bert vunnið tveir teirra. Áðrenn summarsteðgin vann liðið hjá Magna Hoseth allar sínar 16 dystir.

Les eisini: KÍ skal nú av álvara snáva í endaspurtinum

Harvið er stórur munur á gongdini. Fýra av dystunum eru spældir í somu viku, sum evropeiskur dystur er/hevur verið á skránni, og í teimum øllum eru minst fimm broytingar gjørdar í mun til dystin beint frammanundan. Undantakið er dysturin móti HB fríggjakvøldið, sum var eftir landsliðssteðgin, og har flestu spælararnir hjá KÍ høvdu havt góða hvíld síðani síðstu uppgávuna.

Sum yvirlitið niðanfyri vísir, hevur KÍ spælt tríggjar av sínum dystum á heimavølli. Undan dystinum móti 07 Vestur hevur KÍ vunnið allar landskappingardystirnar í Klaksvík síðani 1. september í fjør, men oddaliðið er eitt mál í 95. minutti móti EB/Streymi frá at hava javnað allar heimadystirnar eftir summarsteðgin. 

18
11-08-2023

19
20-08-2023

20
27-08-2023

21
15-09-2023

22
18-09-2023 

Talva og kelda: FaroeSoccer


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder