KÍ hevur eina nakað samankroysta dystarskrá fram til landsliðssteðgin í oktober við dysti umleið triðja hvønn dag. At hava evropeiskan dyst og Betrideildardyst í somu viku hevur higartil ikki eydnast so væl hjá oddaliðnum, og fyri triðju ferð í fimm dystum í landskappingini eftir summarsteðgin fór KÍ av vøllinum uttan at vinna.
Liðið hjá Magna Hoseth fekk annars fult stigatal í fyrru hálvu, og tað og sigrarnar á HB og EB/Streymi gera, at KÍ framvegis hevur nakað av luft. Eftir javnleikin í kvøld hevur KÍ fýra stig niður til B36 og níggju stig niður til HB. B36 hevur spælt ein dyst fleiri. HB møtir Víkingi í morgin, og sunnudagin er grannauppgerð í Gundadali. KÍ skal spæla við Stóra sunnudagin - undir 70 tímar eftir Conference League-dystin í Slovakia. Hesir næstu dagarnir vera tí ógvuliga týdningarmiklir.
Sí eisini: KÍ skal nú av álvara snáva í endaspurtinum
KÍ roynir at renna undan havnarfeløgunum. B36 stendur framvegis við einum fínum møguleika (Mynd: Sverri Egholm)
B68 spældi við
Talan var um ein lívligan dyst við Djúpumýrar í kvøld. B68 legði seg sanniliga ikki bert aftur at verja og hótti nakrar ferðir tíðliga í dystinum. Einaferð var Børge Petersen noyddur at hála Jørgen Nielsen niður beint uttanfyri KÍ-brotsteigin. Verjuspælarin fekk gult kort - tað kundi kanska verið reytt.
Magne Hoseth hevði gjørt seks broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til dystin í Gundadali. Sivert Gussiås var nýggjur maður í álopinum, og miðskeiðis í 1. hálvleiki varð norðmaðurin sparkaður í B68-brotsteignum. Brotssparkið tók Árni Frederiksberg sær av, og hann var ógvuliga tryggur. Árni byrjaði annars á bonkinum men hevði stutt frammanundan avloyst Latif Ahmed, ið fekk eitt slag í høvdið.
Patrick Da Silva hevði eisini havt stóran møguleika, men B68 svaraði aftur. Stutt fyri steðgin fekk Boubacar Dabo bóltin stutt uttanfyri KÍ-brotsteigin. Eyðsýndi og kviki senegalbúgvin fór framvið Jákupi Andreasen og smekkaði til við vinstra beininum. Markus Petterson í KÍ-málinum sá bóltin seint og fekk bert líka hondina á. 1-1 í Klaksvík.
Boubacar Dabo gjørdi bart við langskoti stutt fyri steðgin. B68'arin tók sakina í egnar hendur, og liðið hjá Jákupi á Borg fekk eitt stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Talan var um flotta atgerð hjá Dabo, ið eisini stóð fyri góðum kontraálopi í 2. hálvleiki. Tað endaði tó við, at Jørgen ikki kom til skot í brotsteignum, har Børge var fyri. Annars noyddist B68 at hugsavna seg meira um at verja eftir steðgin. Tað tyktiskt sum oddaliðið koyrdi í hægri gervi og fleiri ferðir var nær við. Páll Andrasson Klettskarð kom á vøllin, og áleyparin hevði stútara á yvirleggjaran. Tað hevði Luc Kassi eisini.
Fleiri spentar støður vóru í B68-brotsteignum eftir serliga innlegg, men har var serliga Áki Johannesen í miðverjini stinnur. KÍ fekk eisini mál kolldømt vegna rangsstøðu tíggju minuttir eftir steðgin, tá hjálpardómarin metti, at Mads Boe Mikkelsen var innanfyri og órógvaði útsýnið hjá málverjanum.
Í yvirtíðini hevði B68, sum tá spældi við tíggju monnum eftir seinna gula kortið hjá Ragnari Samuelsen stutt frammanundan, langskotssroynd. Liðið hjá Jákupi á Borg stríddist væl og kann brúka stigið til okkurt í botnstríðnum.
22. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 18. september
KÍ - B68 1-1 (1-1)
22' Árni Frederiksberg, br. (Sivert Gussiås) 1-0
42' Boubacar Sidik Dabo 1-1
Reytt kort: Ragnar Samuelsen (89')
Sí byrjanaruppstillin, hagtøl og dystargongd á dystir.fo
Støðan eftir 22. umfør:
1. KÍ 56 stig *
2. B36 52 stig
3. HB 47 stig *
4. Víkingur 42 stig *
5. 07 Vestur 34 stig
6. EB/Streymur 20 stig *
7. B68 19 stig
8. TB 16 stig
9. AB 13 stig
10 ÍF 12 stig
* Ein dyst færri
Í morgin, týsdagin 19. september
18.00: HB - Víkingur
Í gjár, sunnudagin 17. september
AB - TB 3-0 (2-0)
3' Filip í Liða 1-0
8' Filip í Liða 2-0
58' Marius Kryger Lindh 3-0
EB/Streymur - B36 0-3 (0-2)
4' Valerijs Sabala 0-1
16' Jann Julin Benjaminsen 0-2
85' Hannes Agnarsson 0-3
Sí eisini: AB er á rættari kós aftur
Leygardagin 16. september
ÍF - 07 Vestur 0-3 (0-2)
24' Daniel Obbekjær, br. 0-1
31' Ási Dam 0-2
90 (+4)' Albert Theis Nielsen 0-3
Reytt kort: Ruben Møller Nielsen (85')
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald