
Í gjárkvøldið setti KÍ-hópurin, eftir venjing, kósina úr Klaksvík vestur í Vágar og síðani til Keypmannahavnar.
Har hava teir gist í nátt, og nú verður leiðin sett móti Ungarn, har seinni dysturin í 3. umfari í Conference League verður spældur. Neman Grodno noyðist at spæla sínar heimadystir uttanfyri Belarus vegna krígsstuðulin til Russlands.
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)
Á flogvøllinum í Kastrup hittu vit Daniel Johansen, sum var á veg eftir sínum viðføri:
- Tað gongur alt so skjótt nú. Frá 2-0 sigrinum fyri viku síðani, til dystin móti B68 og so nú avstað aftur: Eg havi ongantíð ferðast so nógv sum nú, staðfestir vinstri vongbakkurin smílandi, meðan hann "rullar" á bandinum.
Daniel varð skiftur inn í 2. hálvleiki á Tórsvølli síðsta týsdag og spældi síðani 90 minuttir í landskappingardystinum móti B68 fríggjakvøldið. Vinstri vongbakkurin bæði skoraði, legði upp og spældi sum heild væl. Hann staðfestir fyri Portalinum, at tað var týðandi fyri hann og hópin, at tað varð roterað, og at kappingin er hørð í krútsterka KÍ-hópinum:
- Man visti tað sjálvandi frammanundan, at tað er hørð kapping í KÍ. Men tað er eisini tí, at eg vildi vera partur av hesum: Tað er ein so góður hópur. Man kennir sjálvur sínar dygdir, og eg vil taka kappingina upp.: Tað er stuttligt at vera partur av slíkum umhvørvi, sigur Daniel Johansen.
René Shaki Joensen hevur spælt frammanfyri hann í Evropa og hevur staðið seg framúr væl.
Hoyr alt prátið omanfyri, har Daniel eisini setur orð á hitan og tað "at gera arbeiði liðugt"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald