Köln, Týskland (Portalurin): Tey bæði týsku feløgini í Final Four taptu bæði hvør sína hálvfinalu í gjár. Tað var á heilt øðrvísi hátt.
SC Magdeburg spældi ein ógvuliga tættan dysti móti Aalborg, sum móti endanum fór avstað og vann við tveimum. THW Kiel var so at siga ongantíð við móti Barcelona, sum vann við tólv málum (30-18)
Les eisini:
Aalborg koppaði Magdeburg eftir gysara
Barcelona setti Kiel so dyggiliga uppá pláss
Final Four
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
Bronsudystur (14.00): THW Kiel - Magdeburg
Finala (17.00): Aalborg - Barcelona
Harvið eru omanfyri standandi dystir á skránni seinni í dag. Dysturin um triðja plássið hevur sjálvandi ikki eina so heilt stóra tign, men hann merkir nakað fyri liðini - serstakliga fyri Kiel í hesum førinum og serstakliga fyri æruna.
Talan var um størsta tapið í einari Champions League-hálvfinalu síðani 2009. Tá var tað Kiel, ið vann á Rhein Neckar-Löwen. 18 mál er lægsta talið av málum, sum eitt lið hevur fingið, síðani farið varð til Final Four-skipnina. Annars hevur eingin skorað so fá mál í Champions League-hálvfinalu síðani ár 2000.
Alt hetta hevur Kiel á herðunum í dag. Ein hugtungur Elias Ellefsen á Skipagøtu setti eisini støðuna greitt upp í gjárkvøldið, tá Portalurin tosaði við hann eftir dystin:
- Vit mugu alvorliga taka okkum saman. Hetta var ein ræðulig upppliving (...) um vit ikki vilja hava eina slíka í morgin, so hava vit nógv, sum vit skulu tosa um og betra.
Hetta vóru nøkur av orðunum hjá føroyska spælskiparanum, sum hevði ein rímiliga stóran leiklut hjá Kiel í gjár. Hóast onkur glotti var, so megnaðu hvørki hann ella nakar av liðfeløgunum at veruliga seta seg ígjøgnum móti Barcelona, ið skal spæla finalu móti Aalborg klokkan 17.
Les eisini: Elias:- Einki hongur saman hjá okkum
Føroyingurin fær í hvussu so er minuttir í dag. So er spurningurin, um Kiel tekur annað skinn um bak í bronsudystinum, sum byrjar klokkan 14 føroyska tíð.
Dysturin skuldi sæst á DR - um so ikki er, so er handball-kanalen.tv ein møguleiki. Her er eitt gjald á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald