VÍF hevur verið FM-favorittur alt árið. Liðið vann eisini grundspælið og fór inn til hálvfinaluuppgerðina móti KÍF sum stórfavorittur. KÍF endaði á 5. plássi í grundspælinum, og vestmenningar fingu beint yvir tvífalt so nógv stig sum kollfirðingar.
Alt hetta kann onkursvegna verða líkamikið, tá endaspælið byrjar, og tá talan er um grannar. KÍF - VÍF er ofta nakað serligt, og tað var ein øðilig leikferð, sum dysturin byrjaði í. Álopini koyrdu á, og eftir 7 minuttir var 6-6. Serliga vóru tað lámu skjúttarnir - Rasmus Søby og Hallur Árason - ið gingu á odda fyrstu løtuna.
Í fleiri førum í 1. hálvleiki skoraði KÍF, har VÍF so gav bóltin ógvuliga skjótt upp og svaraði aftur nøkur sekund seinni. Eina løtu lá tað meira til favorittarnar í bláum og gulum, men so kom verjan hjá KÍF av álvara í gongd. Broddurin varð tikin av spælinum hjá VÍF seinastu minuttirnar fyri stegðin, og Milenko bjargaði fleiri skotum.
Kollfirðingar skoraðu fimm tey seinastu málini fyri steðgin. 17-13 meðan liðini hvíldu seg, og VÍF kom ongantíð veruliga inn í dystin í 2. hálvleiki. Bert trý mál fyrstu 12 minuttirnar, og so var farið. Tony Hammer Weyhe, Tóki Friðriksson, Eyðbjørn Heini Danielsen og hinir stóðu ógvuliga væl í vejruni - sum ein reyður múrur ið lívligu áskoðarnir eisini eru.
Í álopinum gjørdu serliga Bárður Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson, umframt toppskjúttin Søby, um seg. Seinastu langu løtuna var greitt, at KÍF fór at taka fyrsta hálvfinalusigurin, og liðini skiftu fitt út. Munurin var at enda níggju mál.
Dómaraseðilin - Mynd: hsf.fo
Flottur sigur hjá KÍF, sum hevur havt eitt misjavnt kappingarár við millum annað nógvum skaðum. Tað glapp akkurat í steypahálvfinalunum, men er liðið hjá Agnari Joensen og Niklasi Selvig nærri at koppa VÍF. Ein sigur sunnudagin í Vestmanna sendir KÍF í FM-finalurnar - tað er best av trimum.
Vestmenningar skulu sláa kalt vatn í blóðið og verða til reiðar at svara aftur. Teir hava meira í sær, enn víst var í kvøld. Mladen kom ongantíð veruliga í gongd í málinum, Dánjal Ragnarsson, Filip Jojic og aðrir heldur ikki í álopinum - Filip skoraði bert uppá síni brotskøst - og úttrykkið hjá KÍF var nógv sterkar enn tað hjá VÍF.
Fyrru hálvfinalurnar í Burn-deildini
Høllin í Kollafirði, 11.04
KÍF - VÍF 33-24 (17-13)
Toppskjúttar:
Rasmus Søby 8 mál, Bárður Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál, Hallur Árason 5 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her
Høllin á Hálsi - í gjár, 10.04
Kyndil - H71 26-31 (8-16)
Dómaraseðil og dystargongd sæst her
Les eisini: H71 og Torstein gjørdu bart í fyrstu hálvfinaluni
Hálvfinalur nummar tvey
Sunnudagin 14. apríl
16.00: VÍF - KÍF (1-0)
19.00: H71 - Kyndil (1-0)
Spælt verður best av trimum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald