Hondbóltur

KÍF vitjar í Hoyvík í kvøld

Kollfirðingar skulu royna at endurtaka greiða sigurin frá fyrr í ár.

Stórskjúttarnir hjá KÍF og H71; Hans Eli Sigurbjørnsson og Peter Krogh
(Mynd: Sverri Egholm)

Stórskjúttarnir hjá KÍF og H71; Hans Eli Sigurbjørnsson og Peter Krogh (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-07 15:57 Author image
Agnar Frederiksen

19. september vann KÍF heili 32-22 á føroyameistarunum, tá teir vóru á vitjan í Kollafirði. Í kvøld hittast liðini aftur - hesaferð í Hoyvík.

KÍF hevur ikki vunnið síðani, meðan H71 er komið í gongd og hevur vunnið tríggar útav fýra dystum síðani ósigurin í Kollafirði. Við einum sigri í kvøld kann H71 veruliga blanda seg millum fremstu liðini.

Hetta er fyrsti dystur hesi liðini spæla síðani landsliðssteðgin. Fyrsta bríksler klokkan 20.00.