
Ein dystur í Okkara-deildini er á skránni í kvøld. Hann verður i Badmintonhøllini í Klaksvík, har Team Klaksvík tekur ímóti KÍF.
Team Klaksvík hevur bert fingið stig einaferð í ár; tað var á heimavølli móti StÍF seinast í september. KÍF hevur fimm stig fleiri, hevur vunnið tvær ferðir á H71 og spælt nógvar tættar dystir móti ovaru liðunum.
Liðini hittust fyri trimum døgum síðani í Kollafirði; tá vóru kollfirðingar greitt omaná og vunnu 31-23. KÍF er eisini favorittur í Klaksvík í kvøld og kann við einum sigri koma framum StÍF.
Team Klaksvík upplýsir, at tað er ókeypis atgongd til dystin sum byrjar klokkan 20.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald