- Kenslan er góð í dag. Tað var enn einaferð eitt fantastiskt upplivilsi í høllini á Hálsi í gjárkvøldið.
Hetta sigur Kjartan Johansen, sum Portalurin stutt fekk orð á í samband við venjingina hjá A-landsliðnum á Skála í dag.
Áðrenn venjingina vórðu spælararnir býttir í bólkar, har teir skuldu eftirmeta dystin móti Norðurmakedónia í gjárkvøldið. Hetta gjørdu bólkarnir úti í bakandi sólini á Skála. Síðani gjøgnumgingu spælarar og venjaratoymi ymisku tankarnar saman í fundarhølunum.
Føroysku spælararnir og mongu føroysku áskoðararnir takka hvør øðrum eftir stóra avrikið í gjárkvøldið. - Tað var enn einaferð eitt fantastiskt upplivilsi í høllini á Hálsi í gjárkvøldið, staðfestir Kjartan Johansen (Myndir: Sverri Egholm)
Elias Ellefsen á Skipagøtu í gjøgnumbroti - Kjartan Johansen til reiðar at fáa bóltin (Mynd: Sverri Egholm)
Vit spurdu roynda bakspælaran, um fyrireikingarnar til seinna HM play-off dystin fara at snúgva seg meira um tað taktiska ella tað mentala.
- Tað er eitt sindur av báðum. Vit hava nøkur ting, sum vit vilja betra og broyta eitt sindur. Og so royna vit at fyrireika okkum uppá tað mótstøðu, sum fer at koma í høllini í Skopje frá áskoðarum; teir kunnu millum annað ávirka dómararnar, staðfestir Kjartan.
28-ára gamli strandingurin var á sínum gamla heimavølli í dag og vandi. Lámi bakkurin skoraði eitt mál í 34-27 sigrinum í gjár og stóð eisini fyri uppleggum. Í 2017 var hann ein av slóðbrótarunum í føroyskum hondbólti og var við til HM-endaspælið fyri U21-landslið í Algeria. Nú droymir Kjartan Johansen sjálvandi um enn eitt HM-endaspæl.
Les eisini: Møguliga nóg stórur munur undan dystinum í Norðurmakedónia
- Tað er heilt fantastiskt, at vit standa í hesari støðuni. Tað hevði verið deiligt at longu í januar 2025 fingið eitt líknandi upplivilsi sum í Berlin. Tað merkir nógv fyri føroyskan hondbólt, at vit kunnu vera millum tey bestu og kappast. Hetta fyri at halda fram við at menna okkum - tað ger, at vit blíva meira og meira kappingarførir ímóti teimum allarbestu landsliðunum
Kjartan og liðfelagarnir venja aftur í morgin fyrrapartin, áðrenn leiðin gongur av landinum seinnapartin. Føroyska ferðalagið verður eftir ætlan í Norðurmakedónia seint í annaðkvøld. Portalurin verður við á ferðini.
Seinni dysturin um HM-pláss verður í Skopje sunnudagin 12. mai klokkan 18 føroyska tíð. Um Føroyar tapa við seks málum ella fáa betri úrslit enn tað, so eru vit víðari til HM-endaspælið 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald