- Sjey mál er nógv, men tað er eisini einki.
Soleiðis segði landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen við Portalin eftir dystin móti Norðurmakedónia í gjárkvøldið. Føroyar vunnu 34-27 á einum landi, sum hevur verið umboðað í øllum HM- og EM-endaspølum síðani 2012. Tó fóru føroysku umboðini ikki upp at flákra.
Tí hetta var nemliga bert 1. hálvleikur - sum yngsti spælarin eisini staðfesti. Aftaná dystin var veitsla fyri fjepparum, sum sanniliga gjørdu sítt í høkkini, men føroysku spælararnir skuldi so ikki til nakra "afterparty". Hetta staðfesti sterki strikuspælarin Pætur Mikkjalsson.
Tað snýr seg um skjótt at fáa eyguni á dystin í Norðurmakedónia. Tað verður ein øðrvísi avbjóðing í Skopje - serliga sinnisliga. Eini 6.000 áskoðarar fara at leggja trýst á føroyska liðið og dómarar. Úrslitini vísa, at Føroyar ikki standa seg eins væl á útivølli, og at Norðurmakedónia er nakað sterkari á heimavølli. Tá tað eru heima-og útidystir, kann tað venda skjótt í hondbólti.
Sí fleiri myndir av Hálsi HER
Sí bloggin - dystargongdina - her
Hetta vísti seg millum annað í Champions League-fjórðingsfinalunum herfyri. THW Kiel tapti við níggju málum í Fraklandi, men í Wunerino leikhøllini fekk Montepellier lítið at rigga, og Kiel vann 31-21.
Harvið vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu seg í Final Four. Føroyski spælskiparin var darvaður av knæðnum. Í gjár spældi hann tó í álopinum so at siga allan dystin og eisini fitt í verjuni. Elias helt fyri, at knæðið var okay, tó at tað ikki kendist so væl seinastu løtuna. Hann verður tó helst til reiðar at spæla størsta partin av dystinum í Skopje, har Føroyar skulu royna at halda leiðsluna.
Sí eisini: Elias: Sjey mál høvdu vit avgjørt tikið áðrenn dystin
Føroyska liðið hevur eina venjing á Skála seinnapartin. Byrjað verður klokkan 15, so har kunnu fólk á Skálafjørðinum lættliga síggja landsliðið. Seinnapartin í morgin verður kósin sett ímóti Skopje. Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 18 føroyska tíð. Samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í januar.
Portalurin verður við í Norðurmakedónia
Sí eisini:
Føroyar vunnu við sjey málum
Nógvir tóku ábyrgd við málskjótingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald