Hondbóltur

Kjartan og Satchwell á veg til danskan hondbólt

Skiftið hjá føroysku landsliðsspælarunum til Lemvig-Thyborøn, sum júst er flutt niður í næstbestu deildini, er sum skilst komið uppá pláss.

Kjartan Johansen til heimadystin móti Norðurmakedónia í mai. 28-ára gamli strandingurin hevur spælt uttanfyri landoddarnar seinastu sjey árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen til heimadystin móti Norðurmakedónia í mai. 28-ára gamli strandingurin hevur spælt uttanfyri landoddarnar seinastu sjey árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-19 19:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrir A-landsliðsspælarar hjá monnum hava í summar skift felag. Teir síðstu at fáa felag uppá pláss eru Nicholas Satchwell og Kjartan Johansen. Báðir spældu í bestu norsku deildini í fjør men halda ikki fram í ávíkavist TIF Viking og Bækkelaget.

Nú frættist, at báðir hava funnið felag - tað sama felagið. Talan er um Lemvig-Thyborøn, sum Vilhelm Poulsen júst er skiftur frá. Kjartan Johansen skal vera ein av avloysaranum á høgra bakki, og Satchwell skal styrkja málverjuplássið.

[object Object]
Nicholas Sacthwell er hálvur dani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

28-ára gamli Kjartan Johansen er uppvaksin í StÍF. Eftir U21 HM í 2017 var hann eitt heilt stutt skifti í júst næstbestu donsku deildini, áðrenn bakkurin fór til bestu norsku deildina og síðani næstbestu norsku deildina. Seinastu týr árini hevur Kjartan spælt í bestu norsku og bestu svensku deildini.

Nicholas Satchwell var í nøkur ár í Neistanum. 32-ára gamli málverjin fór síðani til Íslands, og nú hevur hann verið í Noreg. Sum skilst verður skifti hjá teimum báðum til norðurjútska felagið, ið skal royna at flyta upp aftur, skjótt almannakunngjørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder