Landsliðsvenjararnir í hondbólti hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava nú innkallað Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen til landsliðshópin, sum skal møta Ukraina og Eysturríki í næstum.
Landsliðsvenjararnir kallaðu í fyrstu atløgu bert 15 leikarar inn til dystirnar og gjørdu av at bíða við seinastu metingini av ávísum leikarum. Bæði Kjartan og Vilhelm hava havt skaðar at dragast við í hesum kappingarárinum, men eru nú komnir fyri seg, og venja somikið væl í teirra feløgum, at landsliðsvenjararnir hava lagt teir til hópin til komandi EM-undandystirnar.
Kjartan Johansen spælir við Bækkelaget í bestu norsku deildini og Vilhelm Poulsen við Lemvig-Thyborøn í bestu donsku deildini.
Kjartan Johansen í landsdysti móti Lettlandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Føroyar spæla móti Ukraina á heimavølli 26. apríl og móti Eysturríki í Bregenz 30. apríl.
Hópurin er hesin:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald