Fótbóltur

Klæmint nú millum mest skorandi av núverandi landsliðsleikarunum

(Grein rættað) Tað tók Klæmint A. Olsen sjey ár at skora fyrsta málið fyri landsliðið - og tvey ár at koma upp á sjey mál, sama sum Jóan Símun Edmundsson.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-08 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tók honum nógv ár at fáa fyrsta málið á føroyska landsliðnum, men so tók tað heldur ikki langa tíð áðrenn hann kundi teljast millum toppskorarnar millum teir aktivu spælararnar á landsliðnum í løtuni.

Klæmint Andrasson Olsen, áloyparin hjá NSÍ, hevur væl og virðiliga prógvað, at hann hevur mál í stúvlunum, og er fleiri ferðir kosin toppskorari í føroysku landskappingini.

Men hann skuldi spæla 22 landsdystir áðrenn tað eydnaðist honum at fáa fyrsta málið fyri landsliðið. Tað hendi fyri júst tveimum árum síðani, 7. juni 2019, tá Føroyar taptu 1-4 fyri Spania í einum EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Klæmint Olsen skoraði til 1-2 tá 30 minuttir vóru farnir av dystinum.

Tað var í Nations League kappingini í fjør, at Klæmint veruliga fekk gongd á málskoringina fyri landsliðið. Tá Føroyar vunnu 3-2 á Malta 3. september, skoraði rituvíkingurin fyrsta málið í dystinum. Tá Føroyar vunnu tepurt 1-0 á útivølli móti Andorra tríggjar dagar seinni, var tað Klæmint, sum skoraði einasta málið í dystinum.

Og 13. oktober 2020, tá Andorra vitjaði á Tórsvølli, vunnu Føroyar 2-0 og Klæmint skjeyt bæði málini.

Við tveimum málum aftur í gjárkvøldið í vinardystinum móti Liktinstein, kom Klæmint A. Olsen sostatt upp á sjey mál fyri landsliðið, tað sama sum Jóan Símun Edmundsson, sum leingi hevur verið tann mest skorandi av landsliðsspælarunum, sum enn eru aktivir.

Enn eru tríggir leikarar, sum hava skorað fleiri mál enn teir báðir.

Teir eru Uni Arge við átta málum, Todi Jónsson við níggju og Rógvi Jacobsen við tíggju málum.

Klæmint Olsen spældi sín fyrsta landsdyst í Hannover 7. september 2012, tá Føroyar spældu móti Týsklandi í einum HM-undankappingardysti. Klæmint varð skiftur inn í 85. minutti fyri Jóan Símun Edmundsson.

Brandur Hendriksson skoraði eisini tvær ferðir í gjárkvøldið, og hann kom harvið upp á seks mál við landsliðnum. Tríggir leikarar hava skorað seks mál fyri føroyska landsliðið. Teir eru Brandur Hendriksson, Fróði Benjaminsen og John Petersen.

Keldur: fsf.fo og faroesoccer.com

(GREIN RÆTTAÐ: Orsaka av ósamsvari í hagtølunum, taldu vit bert Jóan Símun Edmundsson at hava skorað seks mál. Rætta talið er sjey)

Sí samrøðuna við Klæmint A. Olsen: Stuttligt at taka metið

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder