
Hann varð nógv umrøddur fyri einum ári síðani, eftir at barndómsfelagið var flutt niður úr Betrideildini. Klæmint Andrasson Olsen hevði bert umboðað NSÍ í sínum lívi og stóð nú á einum vegamóti: Skuldi hann fylgja hjartanum og felagnum niður í 1. deild og harvið millum annað missa landsliðssplássi ella royna okkurt annað á hægri stigi.
Breiðablik var eitt felagnum sum lá framvið og kom við einum, fyri Klæmint og NSÍ ógvuliga hóskandi boði. Áleyparin varð leigaður í eitt ár til eitt felag, sum koyrir á nógv hægri stigi enn eitt lið í føroysku 1. deild
Harvið slapp Klæmint Andrasson Olsen frá at umboða annað føroyskt felag, samstundis sum hann kundi menna seg í yrkisumhvørvi og halda landsliðsplássi. Málslúkurin slapp tó ikki at spæla nakað serligt fyrstu tíðina - venjarin hjá Breiðablik helt millum annað, at fysiska støðan ikki var nóg góð, og hørð kapping var um plássini hjá íslendsku meistarunum.
Nakrir skaðar - millum annað álvarsamur knæskaði hjá Patriki Johannesen - og góð "innhopp", har Klæmint var avgerandi, gjørdu tó mun. Eisini gjørdist rituvíkingurin bara betri fyri, og hetta var nakað hann setti orð á fyri Portalinum. Tá samanumkom skoraði Klæmint 13 mál í 40 skrásettum dystum fyri Breiðablik.
14 evropeiskir dystir og søgulig mál hava verið millum hæddarpunktini hjá Klæminti í Breiðablik (Mynd: EPA)
Hann hevur ikki havt nakað stórt landsliðsár, og eitt mál restar framvegis í hjá Klæminti at taka málmetið einsamallur. Hann og Føroyar hava seinastu møguleikarnar í 2023 seinni í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
Klæmint Andrasson Olsen setti punktum í gjár, tá Breiðablik tók ímóti Gent á Laugardalsvøllinum. Einki stig á íslendsku kontuni eftir trý umfør, og útiliðið var rímiliga stórur favorittur. Gent legði seg eisini á odda, men Jason Daði Svanthorsson skoraði í bæði 16. og 18. minutti. 2-1 og Svanthorsson søguligur sum fyrsti íslendski málskjútti fyri íslendskt felag í einum evropeiskum bólkaspæli.
Sí eisini: Klæmint: - Hevði ikki droymt um at hetta skuldi gerast veruleiki
Í fyrsta umfari skoraði Klæmint tvey mál fyri Breiðablik í Ísrael. Harvið er 33-ára gamli føroyingurin søguligur í Íslandi, tí Breiðablik er fyrsta íslendska felagið í einum bólkaspæli. Tá endaði tað við 3-2 tapi, og tað gjørdi tað eisini í gjár. Tá Klæmint Olsen kom á vøllin fyri síðsu ferð í einari Breiðablik-blusu, hevði Gift Orban hjá Gent staðfest sítt hattrikk. Heimaliðið royndi, men framvegis einki stig í Conference League til liðið úr Kópavági.
Avtala er gjørd millum Klæmint og Breiðablik um, at hann ikki verður við til tveir teir seinastu bólkaspælsdystirnar: Heim til familjuna og arbeiðið sum húsavørður í skúlanum við Løkin. Har fer metmaðurin at spæla sínar heimadystir aftur næsta ár, tá NSÍ verður aftur í Betrideildini. Fyrst er tað tó landsliðið - 16. og 20. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald