Fótbóltur

Klæmint vann á Gunnari í gjár

Føroyski áleyparin legði upp til fyrsta málið í 3-1 sigrinum hjá Breiðablik á íslendsku meistarunum. Breiðablik er í góðari støðu á evropeiskum plássi.

Klæmint Andrasson Olsen spældi 67. minuttir og hevði sera góða sending til 1-0 málið (Mynd: EPA)

Klæmint Andrasson Olsen spældi 67. minuttir og hevði sera góða sending til 1-0 málið (Mynd: EPA)

2023-09-26 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur Reykjavík spældi í gjárkvøldið sín fyrsta dyst, síðani íslendska meistaraheitið varð staðfest. Tað sást tó, hvat lið hevði meira at spæla fyri í Kópavági. Breiðablik hevur tørv á stigum fyri at staðfesta evropeiskt pláss til næsta ár, og tað eydnaðist Klæminti Andrasson Olsen og liðfeløgunum at vinna sær trý stig í gjár.

Júst Klæmint legði upp til fyrsta málið í dystinum, sum kom tíggju minuttir fyri steðgin. Royndi rituvíkingurin hevði eitt frálíkt skifti, og við tí fann hann Viktor Einarsson, sum legði Breiðablik á odda - málverjin hjá Víkingi sá ikki gott út í støðuni.

í 42. minutti økti heimaliðið. Tað var 2-0, til fimm minuttir vóru eftir. Tá minkaðu greipuvinnararnir um munin, áðrenn Breiðablik aftur skoraði í 90. minutti.

Málini síggjast á visir.is

Harvið endaði tað 3-1, og við tí úrslitinum hevur Breiðablik fýra stig niður til Stjarnuna og FH. Bæði skulu yvirhálað Breiðablik síðstu umførini, um tað skal ganga galið hjá Klæminti og liðfeløgunum, í mun til at fáa evropeiskt pláss. 

Breiðablik hevur fyrsta bólkaspælsdystin nakrantíð í Íslandi á skránni 5. oktober. Í gjár spældi søguligi føroyski málskjútti felagsins til miðskeiðis í seinna hálvleiki. Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin í verjuni hjá Víkingi, sum so einki hevur at spæla fyri síðstu umførini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder