Fótbóltur

Greipuveitsla hjá Gunnari og liðfeløgunum

Valur vann ikki í gjár, og harvið varð íslendska meistaraheitið hjá Víkingi og liðfeløgunum staðfest. Í kvøld spæla teir í fjórðseinasta umfari móti Breiðablik.

2023-09-25 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur Reykjavík hevur leingi verið greitt oddalið í Íslandi, og í gjár kom staðfestingin um meistaraheitið. Hon kom ikki meðan Víkingur spældi.

Valur er á 2. plássi og hevði undan dystinum framvegis ástøðiligan møguleika at vinna meistaraheitið, men bert ein stigamissur skuldi til fyri at broyta hetta. Tað endaði 2-2 millum Val og KR - eins og tað gjørdi, tá Víkingur og KR hittust mikudagin. Harvið er munurin millum Val og Víking ellivu stig, nú Valur hevur tríggjar dystir eftir.

Teir hjá Víkingi kundu fegnast í gjárkvøldið, tá greipan endaliga kom í hús. Gunnar Vatnahamar og liðfelagirnir hava havt eitt frálíkt kappingarár. Víkingur vann eisini meistaraheitið í 2021 og hevur vunnið íslendsku steypakappingina

Fyrsta árið hjá 28-ára gamla leirvíkinginum í íslendska høvuðsstaðnum endar við greipuni. Fýra dystir eru eftir, og í kvøld vitjar Víkingur Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik í Kópavági. Klæmint hevði stórt kvøld í Ísrael hósdagin, ið var søguligt fyri hann og íslendskan fótbólt.

Sí eisini: 
Klæmint tvífaldur málskjútti í Ísrael
Klæmint ger bart fyri Breiðablik í bólkaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder