Seinasta vikuskifti varð skipað fyri FM í einmansleiki í badminton. 95 spælarar frá trimum feløgum høvdu teknað seg til kappingina í KÍ-høllini í Klaksvík.
Úr Havnar Badmintonfelag vóru 54 spælarar, í Klaksvíkar Badmintonfelag vóru 30 spælarar, og ÍF kom við 11 spælarum. Á skránni vóru 175 dystir.
Kappingin gekk væl, og vóru tað vertirnir úr Klaksvík, sum kláraðu seg best. Tað bleiv til seks gullheiðursmerki til Klaksvíkar Badmintonfelag, og fýra gullheiðursmerki til Havnar Badmintonfelag.
Vinnarnir í U9 gjørdust hjá dreingjum tann bert seks ára gamli Aron Arge úr KBF og hjá gentum gjørdist Gunhild Arge føroyameistari.
Hjá U11 vann HBF hjá gentum við Tóru Erlandsdóttir meðan Jónas Festurstein Dam úr KBF gjørdist Føroyameistari hjá dreingjum.
Hjá U13 gjørdist Osla Johannesen úr KBF føroyameistari og Tóki Yngvason Gottesen úr HBF vann gull hjá dreingjum.
Í U15 gjørdist Ranja Joensen úr KBF føroyameistari meðan Christian Berg Petersen úr HBF vann gull hjá dreingjum
Í U17 gjørdist Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF Føroyameistari hjá kvinnum, meðan Bjarti Samson Vang úr HBF gjørdist Føroyameistari hjá monnum.
Fleiri myndir frá degnum síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald