Annað

Klaksvíkingar klárt á odda í billard

Standa til at vinna FM heitið fyri lið.

2024-03-15 14:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Vent er á borðinum í billard. FM kappingin fyri lið nærkast endanum og hava klaksvíkingar lagt verandi FM meistara úr Havn aftur um seg. Nú bert fáir dystir eru eftir at spæla hevur meistaraliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag lagt seg klárt á odda við 50 stigum.

Verandi Føroyameistarar úr Havn, Habi1 liggja í løtuni á einum triðja plássi við 42 stigum. Sama stigatal hevur  Tvøroyrar Billardfelag, sum tó hevur nógv fleiri eygu og tí liggur á einum øðrum plássi.

Á fjóðra plássi kemur liðið á Skálafjørðinum við 34 stigum, nr. 5 er Klaksvíkar Billardfelag 2 eisini við 34 stigum og aftast er Habi2 við 14 stigum.

Taka vit meðaltølini hjá spælarunum so liggja tvøramenn á odda við 22,51 eygum í meðal, og teirra stjørnuskot í billard, Páll Heri Nolsøe hevur nógv tað besta úrslitið í kappingini við einum meðaltali uppá 34,35 eygum. Hann hevur skorað 40 eygu í meðal í fleiri dystum og líkist tí einum meti í føroyskum billard. Eftir hann kemur Per Hansen úr Havnar Billardfelag við 22,67 eygum og sum nr. 3 liggur Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag við 21,60 eygum.

Tað er bert eitt umfar eftir í 1. deild. Tað verður spælt leygardagin 23. mars. Tá verða hesar kappingarnar: 

HABI1 - TVBF1
KLBF1 - HABI2
SFBF1 - KLBF1

Meira um úrslitini í hinum deildunum í næstum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder