Fótbóltur

Klaksvíkskappingin: KÍ og NSÍ spæla finaluna klokkan 16

Í løtuni verður vøllurin við Djúpumýrar ruddaður fyri kava, so at B36 og Víkingur kunnu spæla um 3. plássið klokkan 13.30. Sí málskjúttar o.a frá í gjár her.

Petur Knudsen skoraði annað av málinum hjá NSÍ í sigrinum á B36 í gjár. Seinnapartin skulu teir í gulum og svørtum dystast við vertirnar um steypið (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen skoraði annað av málinum hjá NSÍ í sigrinum á B36 í gjár. Seinnapartin skulu teir í gulum og svørtum dystast við vertirnar um steypið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-23 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógvur kavi komin niður ymsastaðni í landinum í nátt og í morgun - eisini í Klaksvík. Nú er lýggjari, og Klaksvíkar kommuna er í gongd við at rudda vøllin, so at ætlaðu dystirnir í Klaksvíkskappingini kunnu spælast.

[object Object]
(Mynd: Norðlýsið)

Á fyrra degnum í kappingini vunnu NSÍ og KÍ við tveimum málum á ávíkavist B36 og Víkingi.

Runavíkingar skoraðu tvey tøtt mál miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað vóru fremstu menninir, vandamiklu Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen, ið skoraðu málini. Tað var heldur keðiligt, at dysturin í løtum var merktur av ónollum og fleiri gulum kortum. Aron Knudsen fekk eisini seinna gula kortið tíggju minuttir fyri tíð fyri áhaldandi kjaftaslit.

Vertirnir vóru omaná móti Víkingi, og Jóannes Bjartalíð var aftur á vøllinum og skoraði eitt gott frísparksmál. Harvið skal KÍ spæla ímóti NSÍ Í finaluni.

Í gjár:
NSÍ -  B36 2-0 (2-0)
20.min Petur Kundsen (Mórits Heini Mortensen) 1-0
22.min Klæmint Andrasson Olsen (Pætur Hentze) 2-0

Byrjanaruppstillingar:

NSÍ (5-3-2): Karsten Hansen – Bárður J. Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi E. Nielsen, Pætur Hentze – Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen
 

B36 (4-2-3-1): Rói M. Hentze – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Sonni Ragnar Nattestad, Erling Dávidsson – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen – Árni Frederiksberg, Hugin Samuelsen, Stefan Radosavljevic – Sebastian Pingel


Upplýsingar um mál, upplegg og uppstillingar: bolt.fo

KÍ - Víkingur 3-1 (1-1)
35.min Patrik Johannesen (Óli Eyðsteinsson) 1-0
42.min Sølvi Vatnhamar (Andreas Lava Olsen) 1-1
56.min Ole Erik Midtskogen 2-1
90.min Jóannes Bjartalíð (Jonn Johannesen) 3-1

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Óli Eyðsteinsson Poulsen, Sebastian Avanzini, Jákup Biskopstø Andreasen, Boris Dosljak – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð.

Víkingur (4-4-2/3-5-2): Elias Rasmussen – Ari Olsen, Vukasin Tomic, Noah Mneney, Elias Lervig – Jákup Johansen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson (Hans Jákup Lervig kom inn í 1. hálvleiki) – Finnur Justinussen, Andreas Lava Olsen.

Í dag: 
Dysturin um 3. plássið:
13.30: B36 - Víkingur 

Finalan: 
16.00: KÍ - NSÍ



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder