Fótbóltur

Klaksvíkskappingin verður leikt um vikuskifti

Árliga kappingin við fýra liðum verður hildin í Klaksvík komandi dagarnar.

KÍ og NSÍ spæla í Klaksvíkskappingini í morgin
(Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ spæla í Klaksvíkskappingini í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-22 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta vikuskifti var VFF av, men hetta vikuskifti er nýggj kapping á skránni. Talan er um árligu kappingina í Klaksvík, har KÍ bjóðar trimum liðum norð at spæla.

Føroyameistararnir verða ikki við í ár; HB er á venjingarlegu í Turkalandi í hesum døgum. Ístaðin er Vìkingur, sum endaði nummar fimm í fjør, við.

Til ber hesar dagarnar at síggja nøkur av liðunum, ið kunnu væntast at koma at blanda seg í oddinum. Soleiðis verður spælt í Klaksvík: 

Leygardagin 23. februar:

Kl. 13.00: Víkingur - B36

Kl. 15.30: NSÍ - KÍ


Sunnudagin 24. februar:

Kl. 13.00: Dystur um 3. plássið

Kl. 15.30: Finalan



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder