Lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið var í Televarpinum fyri lítlari løtu síðani.
Tað háttaði seg á hendan hátt:
B36-Skála
FC Suðuroy-TB
B68-ÍF
EB/Streymur-07 Vestur
B71-AB
KÍ-HB
FC Hoyvík-Víkingur
Størsti dysturin á pappírinum er tann millum KÍ og HB: Steypavinnararnir vitja í Klaksvík. Dystirnir verða spældir 24. apríl og 25. apríl.
HB gjørdist steypavinnari í fjør eftir finalusigur á brotsparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ hevur frí í fyrsta umfarið og fer beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Hetta er tí, at liðið kom fyrst úr bollanum, og bert 15 lið eru í kappingini - MB og Royn luttaka ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald