Sunnudagin bresta tey bæði mest vinnandi liðini í Onglandi saman, tá Manchester United tekur ímóti Liverpool á Old Trafford.
Á odda fyri Manchester United er fyrrverandi leikarin, norski Ole Gunnar Solskjær. Solskjær er settur sum fyribils venjari hjá Manchester United fyri tað sum eftir er av kappingarárinum. Men sambært venjaranum hjá mótstøðuliðinum sunnudagin, so er Solksjær eisini á odda fyri Manchester United komandi kappingarár.
- Hann hoyrir heima á hesum støðinum. Vit hava øll brúk fyri hepni. Um Ole ikki var fyrrverandi leikari hjá Manchester United, so hevði hann ikki fingið starvið, sigur Jurgen Klopp.
Venjarin hjá Liverpool heldur, at Solskjær hevur víst tað hann skal fyri at verða í starvinum. Manchester United hevur vunnið 11 av sínum 13 dystum síðani Solksjær gjørdist venjari.
- Tað er einki ivamál um at hann verður venjarin hjá Manchester United komandi kappingarár, sigur Jurgen Klopp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald