Jürgen Klopp var venjari hjá Borussia Dortmund frá 2008 til 2015. Har bjóðaði hann av álvara størsta týska felagnum av. Dortmund vann týska meistaraheiti í 2011 og 2012, og sló Bayern München út av hálvfinaluni út í týsku steypakappingini í sínum seinasta dysti ímóti liðnum. Dortmund og Bayern hittust í Champions League finaluni í 2013, og tá noyddust Klopp og hansara menn at lúta.
Í kvøld vitjar Bayern Anfield, men Klopp metir ikki at søgan ímillum hann og týska felagið ger dystin nakað meira serligan og týdningarmiklan:
- Fleiri hava ringt til mín seinastu dagarnar frá Týsklandi, og siga at har er ógvuliga nógv fokus á hendan dystin. Men eg hugsi ikki so nógv um tað, eg skilji ikki, at man ger tað til eitt persónligt stríð. Í Dortmund royndi eg at basa Bayern, og tað var tann størsta avbjóðingin í týskum fótbólti. Men hesin dysturin er ímillum tvey feløg, og tað er ein stórur dystur, ið fólk kunnu gleða seg til.
Í 2008 var Klopp venjari í Mainz, sum tá spældi í næstbestu deildini í Týsklandi. Hann var ein av kandidatunum til starvið í Bayern München. Klopp váttaði fyri hesum á tíðindafundinum í gjár, og segði at tað var sera yvirraskaður at verða um boðið til stóra starvið, og vónbrotin tá hann fekk boð um, at Bayern valdi "hin Jürgen" - Jürgen Klinsmann.
Tað hevur seinastu árini verið nakað av stríði ímillum Dortmund og Bayern, og Klopp var eisini í ein mun íblandaður í hetta. Liverpool tekur ímóti Bayern München á Anfield í kvøld kl.20.00 í fyrru áttandapartsfinaluni í Champions League.
Les eisini: Brak í Liverpool - katalanskir favorittar í Lyon
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald