Fótbóltur

Knáir toftamenn tóku stig frá B36

Við stórsigri í dag, er KÍ aftur ovast á stigatalvuni, og er einasta lið við fullari úrtøku higartil. Fýra dystir í Betri deildini vórðu leiktir í dag, og nú verður ein landsliðssteðgur í góðar tvær vikur.

(Mynd: Bjarni Enghamar / B36)

(Mynd: Bjarni Enghamar / B36)

2021-03-20 19:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir vórðu seinnapartin leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.

Mest merkisverda úrslitið hetta umfarið er uttan iva málleysi javnleikurin millum B36 og B68. Toftamenn kunnu sostatt fegnast um fyrstu stigini í ár, meðan B36 kann iðra seg um nógvu misnýttu málmøguleikar.

Klaksvíkingar vóru á vitjan hjá TB í Trongisvági, sum ofta kann vera trupult. Men hesaferð hevði KÍ tamarhald á dystinum, og vann stórt, heili 5-0. Páll Klettskarð, sum kom á vøllin tá ein góður tími varð leiktur, skoraði sítt 125. mál fyri KÍ.

Í Fuglafirði vóru Uros Stojanov og Filip Djordjevic upp á spæl, og syrgdu fyri at ÍF vann 3-1 móti uppflytarunum úr 07 Vestur.

NSÍ tók í Runavík ímóti EB/Streymi. Runavíkingar vóru stórfavorittar undan dystinum, og gjørdu eisini sína skyldu. Tað skuldi kortini ganga ein heilur tími áðrenn Betuel Hansen kom á máltalvuna og legði NSÍ á odda 1-0. NSÍ vann dystin 3-0, og fekk fyrstu stigini í ár á kontuna.

Fimti dysturin hetta umfarið varð spældur í gjárkvøldið, tá Víkingur og HB brustu saman í Sarpugerði. Víkingur vann 2-1, hóast HB hevði stóran part av spælinum.

KÍ liggur tí framvegis ovast á stigatalvuni eftir trý umfør, og er einasta liðið sum hevur fingið fulla úrtøku. Nú verður landsliðssteðgur í landskappingini hjá monnum. Fjórða umfar verður spælt um góðar tvær vikur.

Víkingur - HB 2-1
67’ Michal Przybylski 0-1
73’ Jákup Johansen 1-1
76’ Andreas Lava Olsen 2-1

ÍF - 07 Vestur 3-1
5’ Filip Djordjevic 1-0
65’ Uros Stojanov 2-0
76’ Erling Myklebust 2-1
84’ Filip Djordjevic 3-1

B36 - B68 0-0

TB - KÍ 0-5
10’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
54’ Sumareh Bubacarr 0-2
56’ Sumareh Bubacarr 0-3
67’ Páll Klettskarð 0-4
77’ Jonn Johannesen 0-5

NSÍ - EB/Streymur 3-0
58’ Betuel Hansen 1-0
73’ Mikkel Elbæk Jakobsen 2-0
85’ Petur Knudsen (br.) 3-0

Støðan Betri deildin menn 2021

1. KÍ (9 stig)
2. ÍF (7 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. B36 (5 stig)
5. HB (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (1 stig)
10. TB (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder