Hondbóltur

Knógvaðu Hvítarusslandi við góðum enda

Føroyar gjørdu ein vørr miðskeiðis í 2. hálvleiki og vóru stinnari móti endanum av U19-finaluni í Bulgaria. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði avgerandi mál og fekk samanlagt 13 í finaluni, ið Føroyar vunnu við einum.

Aftur hesuferð vunnu teir úr 02-árganginum, umframt nakrir yngru, eina altjóða kapping (Mynd: HSF)

Aftur hesuferð vunnu teir úr 02-árganginum, umframt nakrir yngru, eina altjóða kapping (Mynd: HSF)

2021-08-22 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tjúgu minuttir restaðu í av European Championship-finaluni millum Føroyar og Hvítarussland, vóru trý mál á muni. Hvítarussland hevði havt leiðsluna meginpartin av dystinum, og økti um leiðsluna tá ein løta var farin av seinna hálvleiki. Tá sá út til, at tað fór at vera sera trupult hjá føroyska liðnum av venda gongdini og at fáa fatur á gullinum og harvið spæla seg til EM-endaspælið fyri U20, men so ótu teir á liðnum hjá Juliani Johansen og Mark Lausen-Marcher seg inn í dystin aftur.

Føroyski verjuparturin hekk heilt væl saman seinastu tjúgu minuttirnar, og Pauli Jacobsen fekk fatur á fleiri skotum. Nakrar bjargingar hjá hoyvíkinginum vóru heilt góðar, og hetta legði lunnar undir sigrinum. Í hinum endanum gekk Elias Ellefsen á Skipagøtu á odda. Hann skoraði samanlagt 13 mál og tey flestu av teimum seinastu løtuna, har hann nakrar ferðir setti leikara av og síðani smekkaði bóltin í netið. Pauli Mittún fekk eitt gott og týdningarmikið gjøgnumbrotsmál, tá beint yvir tríggir minuttir vóru eftir, og Hákun West av Teigum, ið saman við Elias og Paula varð valdur til All Star-liðið, fekk eisini eitt gott mál av vonginum. Føroyar høvdu nakrar møguleikar at leggja seg á odda, áðrenn tað eydnaðist hjá Eliasi á Skipagøtu, tá fýra minuttir vóru eftir, og seinastu løtuna vístu føroyingarnir mentala styrki.

Les eisini: 
Føroyar skulu til EM-endaspælið fyri U19-landslið
Elias kosin besti leikari í European Championship

Tað búgva áleið níggju og ein hálv millión fólk í Hvítarusslandi, og talan er um eina tjóð, ið vanliga stendur seg væl í hondbólti. Tað sigur eitt sindur um avrikið hjá ungu føroysku monnunum, ið eisini hava bast Slovakia, Kekkia og bulgarsku vertunum í kappingini, sum nú er vorðin ein grundarsteinur til størri og uppaftur meira spennandi ting og ein varði í føroyskari hondbóltssøgu - ungu føroysku menninir hava enn einaferð víst, at teir 

European Championship
22.08 - Varna, Bulgaria
Føroyar - Hvítarussland 31-30 (16-18)

Dystargongdin:
5 min. 2-4
10 min. 5-6
15 min. 8-10
20 min. 12-13
25 min. 14-15
30 min. 16-18
35 min. 21-22
40 min. 22-25
45 min. 24-25
50 min. 26-26
55 min. 28-28
60 min. 31-30

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Hákun West av Teigum 5
Viktor Nørlyng Gaini 4
Pauli Mittún 4
Janus Dam Djurhuus 3
Baldur Gillason 1
Óli Mittún 1

Bjargingar: Pauli Jacobsen 18 (37 %)

Tøl: HSF og EHF
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder