Team Rynkeby Føroyar hevur súkklað síðani leygardagin tá Norrøna legði at í Hirtshals. Tey súkklaðu í gjár í Belgia, og í dag verður komið til Fraklands. Ljós er fyri endanum av tunlinum, tí í morgin verður endað í París.
- Í dag hava vit “bara” súkklað í Belgia. Hetta hevur tann vakrasti dagurin, men eisini tann brekkutyngsti dagurin við nøkrum tungum brekkum; tann harðasta var nokk Mur de Huy, men næsta brekkan eftir Huy-brekkuna skal so avgjørt ikki undirmetast – hon kravdi eisini sítt.
- Komin niðan á toppin á Mur de Huy, hevði tænastutoymið gjørt okkum ein serliga festligan matarsteðg. Nógv onnur lið hjá Team Rynkeby vóru eisini har, so hetta bleiv ein serliga festligur dagur, ljóðar úr Belgia.
Í dag verða súkklaðir 160 kilometrar og Team Rynkeby Føroyar kemur til Noyon í Fraklandi. Endað verður í morgin í París. Tá hava teir 48 súkklararnir fingið 1377 kilometrar í beinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald