Um vikuskiftið fær Klaksvíkar Ítróttarfelag forkunnuga vitjan av danska fótbóltsvenjaranum, Kasper Hjulmand.
47 ára gamli Kasper Hjulmand, hevur verið venjari hjá Lyngby og FC Nordsjælland og týska Mainz 05, men tað, ið ger hann forkunnugan er, at hann er útnevndur til danskan A-landsliðsvenjaara eftir norska Åge Hareide.
Kasper Hjulmand tekur yvir landsliðsvenjarastarvið 1. august. Seinasta uppgáva hjá Åge Hareide fyri danska landsliðið verður EM-kappingin í summar.
Á vitjan síni í Klaksvík fer Kasper Hjulmand at fylgja venjingunum hjá KÍ, og koma við ráðgeving um, hvussu KÍ kann gerast eitt sterkari altjóða felag.
Fríggjakvøldið verður eitt serligt tiltak fyri sponsorum, har Kasper fer at halda ein fyrilestur.
KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, kennir Kasper Hjulmand frá fyrr av og hevur fyrr verið og vitjað Kasper fyri at fáa íblástur til venjingar sínar.
Kasper verður saman við Mikkjali Thomassen til venjingina upp til og til sjálvan stórsteypadystin móti HB, sum verður spældur á Tórsvølli leygarkvøldið.
Kasper Hjulmand megnaði í 2014 at spæla FC Nordsjælland fram til sítt fyrsta danska meistaraheiti. Eftir tað fekk hann bjóðað starv sum venjari í týska bundesligafelagnum FSV Mainz 05. Byrjanin var góð hjá honum í Týsklandi, men so gekk verri, og tíðliga í 2015 varð hann koyrdur úr starvinum vegna vantandi úrslit.
Í desember 2015 gjørdist hann aftur venjari hjá FC Nordsjælland har hann var til kappingarlok í fjør, tá hann gavst í semju við felagið. Tað var eisini um hetta mundið at hann eisini fekk bjóðað starvið sum komandi danskur landsliðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald